Uppi á Egg: Havið logar undir tær, og havhestarnir strúka framvið eggini so nær, at væl hevði borið til at tikið teir við stong. Ferðalagið situr á vøllinum og etur matpakka, sum vit hava havt við, og alt er bara gott.
Ein sera væl nøgdur flokkur av gongufólki, sum við ferðaleiðara eru farin av Mýrum í Sørvági tann stutta túrin niðan á Egg.
Hotel Vágar skipar fyri ymsum tiltøkum gjøgnum árið. Eitt teirra hevur seinnu árini verið útferðir ymsastaðni í Vágum. Roynt hevur verið við gongutúrum, eins og siglt hevur verið kring Tindhólm.
Eini 30 fólk munnu vit vera, sum fara úr bussinum uppi á Mýrum og ætla okkum niðan á Egg. Restin, út móti teimum 20 ella so, eru farin oman til Sørvágs, tí tey skulu sigla kring Tindhólm.
Ája, vit fara so til gongu. Ferðaleiðaran hava vit heintað í Sørvági. Hann var júst afturkomin av fjalli í Gásadali, men tað ger nú ongan mun soleiðis hjá einum, sum vanur er at ganga, at fáa hendan stutta túrin gjøgnum slætta hagan.
Krígsøki
Hetta er krígsøki, vit ganga ígjøgnum. Ikki soleiðis at skilja, at kúlur og granatir flúgva gjøgnum luftina, men tí, at her hildu bretarnir til undir krígnum.
Nógvir betongstólpar stinga enn upp úr jørðini og minna á allar hermannabarakkirnar, sum her uppi stóðu.
? Í dag er bara ein eftir, sigur Høgni, ferðaleiðarin, og peikar við stavinum móti eini hvítari avrundaðari barakk, sum stendur vinstrumegin, har vit ganga.
Høgni er røktingarmaður her, so hann kennir hagan og seyðin, og tað sanna vit, sum líður út á túrin.
Komin niðan móti hegninum, skulu vit ígjøgnum eitt portur við eitt seyðahús, har stendur. Meðan Høgni tekur hegnið frá, standa fólk, júst sum seyður í rætt, og bíða. Minnir nágreiniliga um, tá menn fara at geva kraftfóður.
Meðan fólk ganga ígjøgnum smoguna, verður onkur varur við, at har kemur meira fólk niðan brekkuna aftan á okkum. So varð kikað, og skjótt er greitt, at tað eru nøkur teirra, sum skuldu sigla kring Tindhólm.
? So munnu tey hava hildið tað verið naka óslætt uttan fyri, verður tosað, meðan vit bíða eftir hesum fólkunum.
Tey gera skjótt av og loypa um hegnið. Tykjast ikki hava nakran trupulleika við at fáa okkum aftur, og so skjótt vit hópast, verður spurt, hvat nú er á vási.
? Nei, tað var bara tað, at báturin, tey væntaðu - og høvdu fingið at vita - at skula sigla við, kom ikki, tí hann flytir fólk um Vestmannasund, nú verkfall er. Tað gevur helst meira enn ein leigutúrur kring Tindholm, verður tosað. Í staðin var so ein útróðrarbátur úr Sørvági fingin til vega, men hann hevði ikki loyvi at taka øll við, sum upp vóru møtt. So nøkur máttu bara venda aftur.
Ymsir torvheiðar
Vit ganga niðan gjøgnum hagan og fáa frágreiðingar um, hvussu hetta og hatta eitur. Her vóru bretarnir vanir at hava skjóti-venjingar, og har lá vatnleiðingin oman til leguna á Mýrum.
Nakað uppi síggja vit eina vatnbrunn, sum bretarnir hava fingið vatn úr til allan býin á Mýrunum.
Torvheiðar hava tey havt her uppi. Eitt sindur løgið, heldur ferðaleiðarin, at tey eru farin her niðan at skera, tá nógv, gott torv var at fáa nógv nærri bygdini.
? Men tað man nokk vera tí, at teir hava lagt upp fyri fullveldinum, heldur hann skemtandi fyri, at teir hava tikið tað, sum longst er burtur fyrst, so lættari hevur verið at gingið eftir tí seinna.
Nøkur frágreiðing um, hvat tað hevði við fullveldið at gera, kom tó ongantíð.
Heldur man tað hava verið so, verður samst um, at tey, sum meira áttu, lógu nærri bygdini, meðan tey, sum minni ella einki áttu, fingu ávíst teir óhøgligu torvheiðarnar. Tað er sær sjálvum líkt.
Fólk eru farin at skilja seg burturúr. Onkur er, sum gongur skjótt, meðan onnur bara taka tað róligt. Veðrið er so vælsignað, og góð tíð er, til farast skal til borðs á hotellinum seinni á kvøldi.
Komin nakað niðan er onkur, sum finnur eitt tjaldursreiður, Og mín sann um ikki eitt egg er í.
? Tað var heppið at finna eitt egg á veg niðan á Egg, eru fók samd um.
Krossmessa var í gjár, og so verður tosða um, at gamalt er, at tjaldrið skal hava fult reiður á krossmessu, hóast ikki øll eru samd um tað.
Minniligu bjørg
Og vit koma niðaná. Fáa at vita, at her eru tríggjar gjáir, sum vit skulu ansa eftir ikki at ganga okkum í, og eitt sindur av leysum upsum er eisini at ansa eftir. Haðar skulu vit ikki fara.
Men útsýnið her uppi er heilt ófatiliga vakurt. Norður eftir síggja vit bjørg og skorar, har seyður gongur. Bæði hagaseyður og eisini slíkur, sum sleptir verða í fitilendi.
Vit fara út á eggina og síggja, at staðið ber navnið av røttum. Her er knívhvøss egg niður fyri og beint í havið. Undir okkum standa Dunnesdrangarbir leysir úr landi, og havið er so silvurlitað, so langt eygað røkkur.
Eini tvey skip og ein minni bátur fara framvið nakað úti, og meðan vit sita og fáa okkum matpakkan, kemur flogfarið hjá Atlantsflog strúkandi framvið. Tey eru eisini á sightseeing, er líkt til.
Eftir at hava notið útsýnið og tað, vit høvdu við, verður farið suður við eggini, soleiðis at vit síggja suður við landinum heilt at Bøsdalafossi og Trælanípuni.
Suðuri í havi liggja oyggjarnar allar. Suðuroy og Dímunar báðar. Skúvoy og Sandoy. Fyri vestan er Mykines, har drangarnir standa so klárir, leysir úr Hólminum. Ein sera vøkur sjón, sum bara ger undranina og virðingina fyri føroysku náttúruni størri.
Tað dregur eitt sindur út, men vit mugu síggja Fransaholuna kortini, áðrenn vit fara til hús, heldur ferðaleiðarin.
Hann fer út á eggina og hyggur niður í skorina undir okkum her suðuri. Har ganga eina tvær ær, sum hann vil hava uppaftur á slætt. Fer at blaka grót, og tað eydnast honum at fáa tær at venda og ganga út aftur eftir rásini og oman á slætta hagan. Men tá vóru tær tríggjar.
Fransaholan skal hava verið brúkt at goyma seg fyri sjórænarum. Bæði fólk og fæ, verður sagt.
Heldur man hetta vera eitt náttúrufyribrigdi, sum ikki hevur havt nakra uppgávu sum so, tí tá komið verður nærri holinum, kennist týðuligur trekkur ígjøgnum, so eingin ivi er um, at holið er opið út aftur longri niðri í berginum.
Tað er nú liðið nakað væl út á dagin, so vit halda leiðini aftur at húsum. Ganga mestsum somu leið, tó vit eru eitt sindur eystari á. Onkur finnur eina riflupatrón, sum bretarnir ivaleyst hava lagt eftir seg, tá teir hava havt skotvenjingar undir krígnum. Hon var tærd, so hol er á. Einki at goyma, so hon verður slept í eina tjørn og væntað verður so, at hon søkkur niður í móruna.
Hóast túrurin ikki var langur, var hann ein av teimu heilt frægu, sum avgjørt er verdur at bjóða fólki.
Ivaleyst átti ferðavinnan í Vágum at fingið onkrar avmerkingar uppi á sjálvari eggini. Eitt nú har leysa lendið er, eins og merkt eigur at verða, hvar gjáirnar eru, ein skal ansa sær fyri.