Suðringar eru ikki heilt leysir av hóttanini av niðurflyting. Teir eru á áttanda plássi, og so leingi, sum tey bæði undir strikuni, ikki vinna annað enn stig í innanhýsis uppgerðum, so eru sjey stig og betri málmunur ikki so lítið at tera av.
Fyri einari viku síðani taptu Suðringar 1-0 á útivølli ímóti NSÍ.
-Eg eri nøgdur við hugburðin hjá spælarunum. Tað var tætt við, at vit vunnu eitt stig við Løkin, og vit halda okkum hava møguleika at vinna úrtøku í Gundadali. Spælararnir vístu í Runavík, at teir eru sinnaðir at leggja nógv fyri ímóti teimum stóru, sigur Glenn Ståhl.
Í HB er lagið stak gott. FM gullið er nærri enn bara undir borðinum, og leygarkvøldið verður møguleiki at vinna steypakappingina fyri fyrstu ferð síðani 2004.
Fleiri av stuðulsspælarunum hava skrivað undir nýggjar sáttmálar. Harvið hugsa Heimir Guðjónsson og teir um fyrireikingarnar til nýggja kappingarárið og Europa luttøkuna.
Ein av stuðulsspælarunum er Magnus Egilsson, sum hevur bæði beinini á jørðini:
-Vit hugsa ikki um steypagull og FM. Tað ræður um at taka ein dyst í senn, og nú hava vit fokus á avbjóðingini ímóti Suðringum, sigur Magnus Egilsson.
Tað er væl hugsandi, at Brynjer Hlöðversson ikki verður millum teir fyrstu ellivu ídag. Tá ið hann eftir stóran tíma varð skiftur inn í Sørvági, fekk HB fatur á spælinum og vann 4-1. Hjá HB ræður um, at Brynjer Hlöðversson verður tøkur leygarkvøldið, tá ið finalan ímóti grannunum verður.