Sílið fann aftur á rætta lagið

Eftir tvær ferðir at hava ligið undir fyri vestmenningum, vunnu dreingirnir hjá Havnar Róðrarfelag aftur, og nú eru teir stórfavorittar at vinna FM heitið

Tað er heilt víst, at Sílið fer at vinna í Sandavági. Tað ljóðaði millum róðraráhugað, sum undan Vestanstevnuni høvdu fylgt við venjingunum á Havnarvág, har ein stórur partur av kappróðrarmanningunum venja. Og spádómurin gjørdist til veruleika. Sílið vann rættuliga sannførandi. Tað var gott og væl leyst aftur til Havfrúnna, sum hevði vunnið teir báðar undanfarnu róðrarnar.
Tjaldrið royndi at halda seg til á fyrstu metrunum, men tað var skjótt greitt, at kappingin um fremsta plássið bara fór at standa millum Sílið og Havfrúnna, og soleiðis varð tað. Men vestmannadreingir megnaðu ikki at halda tørn, og so vann Sílið sera sannførandi.
Hava tit skift fólk, síðani tað nú aftur gekk so sera væl, spyrja við bátsformannin á Sílinum, Sigtór Lützen, og hann svarar soleiðis:
? Nei, vit hava akkurát somu manning. Men vit hava lagt rógvingina eitt sindur um. Hvat vit hava gjørt, leggi eg ikki í at siga nakað um, men vit hava verið rættuliga miðvísir í venjingini, sum Hallgrím Joensen, ið áður hevur verið við bæði Havnarbátinum og Ørvi, hevur hjálpt okkum við. Men tað var neyðugt at gera okkurt við tað. Havfrúgvin so smurdi okkum av á Jóansøku. Í Fuglafirði var munurin lítil og eingin. Vit høvdu gott mót, tá ið vit fóru vestur í Vágar, og tað gekk rættuliga væl.
Kendu tit tykkum darvaðar av, at tað ikki var heilt slætt?
? Tað bilaði ikki. Tað ráddi um at fáa nyttu burturúr, tá ið vit vóru á aldukambinum. Tá títtaðu vit, men tað haldi eg, at allir gjørdu. Men tað var eitt sindur øðrvísi, enn tað plagar at vera, staðfestir væl nøgdi bátsformaðurin á Sílinum.
Blikur og Tjaldrið kappast um bronsukrónurnar. Hesa ferð var Tjaldrið frammanfyri, men kappingin er tøtt, og tann av hesum báðum, sum verður fremri á Ólavsøku, fer at vinna bronsu.

Orduligt FM heiti
Í FM kappingini skal tað vilja heilt illa til hjá teimum á Sílinum, um teir ikki skulu vinna FM. Sílið er fimm stig frammanfyri Havfrúnna.
FM heitið má metast at vera meiri enn á stokkinum?
? Tað fært tú meg ikki at siga, men vit liggja væl fyri. Undir venjing undan Jóansøkuni brotnaði ein ár hjá okkum. Okkurt sovorðið kann koma fyri, men um einki óvæntað hendir undir róðrinum, so vinna vit FM á Ólavsøku, heldur Sigtór Lützen, men hann leggur afturat, at øll FM heiti smakka ikki eins væl:
? Í fjør var eg við Sílinum, og vit vunnu FM. Men Tjaldrið vann á Ólavsøku. Sjálvandi vóru vit fegnir um FM heitið, men vit kendu tað soleiðis, at tað hevði verið nógv stuttligari, um vit eisini høvdu vunnið á Ólavsøku. So vit hava nógv at stríðast fyri um fjúrtan dagar. Hesa ferð ætla vit okkum at vinna alt. Men tað verður kapping um fremsta plássið á Ólavsøkuni. Tað vita vit.