Sílið 20 sekund undan øllum hinum

Havnargentur í nýggjum báti vunnu mest sannførandi sigurin av øllum í norðoyarstevnu kappróðrinum

5?MANNAFØR GENTUR

Í fjør sótu klaksvíksgentur í nýggjum báti. Tá var eingin ivi í øllum róðrinum uttan á ólavsøku. Genturnar umborð á Fípuni Føgru vóru nógv tær stinnastu.
Á norðoyarstevnu í ár sótu havnargentur í nýggjum báti. Og tað var eingin ivi. Tær umborð á Sílinum vundu burturúr kappingarneytunum. Talan var um størsta róðurin av øllum. Og eingin stóð Sílinum kurl. Tær fingu besta startin, tær løgdu seg beinanvegin framum allar hinar bátarnar, og munurin aftur til Fípuna Føgru og hinar kappingarneytarnar bara øktist. Tá Sílið kom á mál, høvdu tær umborð á Fípuni Føgru einar sjey bátslongdir eftir at rógva, og frá tí at Sílið kom á mál, og inntil tær umborð á Broddi úr Sumba komu á mál gingu næstan tveir minuttir! Ei undur í at onkur helt fyri, at tað kundi næstan sæð soleiðis út, sum um Broddur hevði róð úr Sumba og norður til Klaksvíkar.

Goymdu seg ikki
Tá fyrsti kappróðurin á árinum var á Skála næstsíðsta vikuskifti, var einki at síggja til Sílið. Men bátsformaðurin Inga Thorkildshøj avsannar, at tað var av taktiskum áðum, at tær goymdu seg fyri kappingarneytunum:
?Nei, tað gjørdu vit ikki. Tað lá ikki fyri hjá onkrari av okkum at rógva á Skála, og so gjørdu vit av ikki at taka lut. Vit vónaðu, at vit fóru at hava møguleika at vera við í kappingini um fremsta plássið í Klaksvík, men vit høvdu sjálvandi ikki roknað við, at munurin fór at verða so stórur aftur til hinar bátarnar, sum hann vísti seg at vera. Vit vóna at vinna fleiri róðrar, men vit rokna ikki við, at tað fer at verða eins lætt, og tað var hesa ferð, heldur Inga Thorkilshøj, sum situr á lærinum í bakborði umborð á Sílinum.
Sammett við manningina á Sílinum í fjør so eru tríggjar nýggjar við í ár ? róðursmaðurin og so tvær aðrar. Men talan er fyri tað mesta um roynt fólk. Bara ein av manningini á Sílinum hevur ikki róð kapp áður. Í miðal hava hinar róð eini trý ella fýra ár.
-Hóast tær flestu okkara hava róð rættuliga nógv, so hava vit ongantíð áður roynt at vinna. Tí vilja vit vinna, og eg haldi, at tað hevur eitt sindur at siga, heldur bátsformaðurin.
Nýggja Sílið varð flotað 25. apríl. Tað er vanligt, at bátarnir hjá Havnar Róðrarfelag verða flotaðir henda dagin. Manningarnar hava oftast vant nakað frammanundan, at bátarnir verða drignir úr neystinum, og tað tykist sum um tað hevur hilnast væl hjá Sílinum.
Hvussu væl tað fer at hilnast á Skálafjarðarstevnuni fæst at síggja annan leygardag. Tað eru nógvar manningar, sum vilja bjóða Sílinum av. Hesa ferð var talan ikki um serliga kapping. Fípan Fagra var klárt nummar tvey, Ørnin var klárt nummar trý, og Blikur, sum vann ólavsøkuróðurin í fjør, var klárt nummar fýra.
Einki er at ivast í, at onkrar av hesum manningunum ætla at bjóða Sílinum av, men tað skal nógv til, áðrenn tað fer at eydnast. Sjey bátslongdir frá tí fremsta og til tann næstfremsta er næstan óhoyrt. Men næstu ferð fara bátarnir aftur at liggja stavn um stavn, tá startskotið fer at ljóða á Skálafjørðinum.