Sóley Lind 70 ár

Í dag, fríggjadagin 20. apríl, verður Sóley Lind í Havn 70 ár. Sóley hevur mong tey seinatsu árini verið stjóri í Einars Prent, og tað er hon framvegis.
Sóley er ættað úr Svínoy. Mamman er Johanna Lind, sum átti Sóley í Reykjavík. Pápin var Georg Hedley Jensen úr Tromsø. Mamman giftist í Íslandi, har hon og maðurin, Egill Pálsson, fingu fimtan børn. Johanna Lind, sum í september í fjør fylti 90 ár, býr í Borgarnesi, og hon er framvegis virkin. Egill doyði í 1992. Sóley hevur altíð havt gott samband við familjuna í Íslandi, sum hon vitjar javnan, og tey vitja hana.
Sóley vaks upp í Svínoy. Hon var fyrst hjá abbanum og ommuni, Christinu og Poul Lind úti á Bø. Christina, sum Sóley nevndi mamma, doyði tíðliga í 1945. Tá ið mosturin, Jenny, seinni á árinum giftist inn í grannahúsini við Kaj Thomassen, flutti Sóley við henni hagar at búgva. Tí vuksu børnini hjá Jenny og Kaj og Sóley upp sum systkin.
Fyrstu ungdómsárini var Sóley í Svínoy, har hon fekst við torv og hoyggj og annað, sum var neyðugt at fáa frá hondini, og sum konufólkini høvdu ábyrgdina av, tá ið mannfólkini vóru burtur.
Eitt stutt skifti var hon í húsi hjá mostrini í Leirvík, Hansinu Høgnesen, og síðani eitt stutt skifti hjá Esplenu Rasmussen í Havn. So var Sóley í trý ár hjá frú Müller í Havn. Sóley hevur altíð havt stóran áhuga fyri matgerð. Hon plagar at siga, at árini hjá frú Müller vóru rættiligur húsarhaldsskúli. Áðrenn hon giftist var Sóley á Hotel Hafnia.
Sóley giftist í 1961 við Ann­finni Joensen úr Havn, sum var sonur Jonu og Einar Joensen. Einar hevði Einars Prent, og Annfinn arbeiddi og gjørdist seinni stjóri í virkinum, sum Jona og Einar og Sóley og Annfinn áttu.
Børnini hjá Sóley og Annfinn eru Jórun (1961), sum býr í Vanløse og Hans Kristian (1965), sum býr á Hamrinum á Argjum. Í 1962 átti Sóley eina dóttur, sum æt Hanna Kristina. Hon doyði longu í 1965.
Sóley og Annfinn bygdu í Djóna í Geilsgøtu, og tá ið børnini vóru smá, var Sóley heima hjá teimum. So við og við fór hon at arbeiða á Einars Prent, og síðani virkið í 1974 flutti yvir í J. H. Schrödersgøtu hevur hon verið í fulltíðarstarvi og kanska meiri enn tað. Tá ið Annfinn doyði í 1991 bara 58 ára gamalur, gjørdist Sóley stjóri, og tað er hon framvegis við síni blíða og lætta lyndi og samstundis myndugu framferð.
Í frítíðini hevur Sóley vitj­að í Svínoy, tá ið stundir hava verið til tað, og henni hevur dámað væl at gingið í kvøldskúla.
Sóley eigur fýra ommu­børn – tríggjar gentur og ein drong.
J