Týskvøldið í næstu viku fer sálarfrøðingurin Anette Løwert at halda fyrilestur fyri avvarðandi hjá menningartarnaðum við sálarligum trupulleikum. Psykiatriski depilin arbeiðir við at styrkja um viðgerðartilboðið til fólk við menningartarni, ið eisini hava sálarligar trupulleikar.
Tað er í hesum sambandi, at danski sálarlæknin Anette Løwert kemur aftur á vitjan í Føroyum at halda fyrilestur fyri avvarðandi hjá menningartarnaðum við sálarligum trupulleikum.
Endamálið við fyrilestrinum er at geva fólki størri kunnleika um evnið.
Anette Løwert hevur drúgvar royndir. Hon er sálarlækni, kliniskur sexologur og rithøvundi. Hon hevur seinastu 17 árini arbeitt innan økið, eitt nú sum yvirlækni í fyrrverandi Vejle Amt. Hon situr harumframt í ymsum ráðum og nevndum, sum hava havt við hesi viðurskifti at gera.
Hon hevur undirvíst bæði í psykiatri og sexologi fyri sjúklingum, avvarðandi og fakfólkum í Danmark, Noregi, Grønlandi og eisini í Føroyum.
Anette hevur skrivað tríggjar bøkur. Nýggjasta bók hennara er ?Hans Peter har også en sindslidelse? Bókin er greið og løtt at lesa og gevur innlit i ymisku sjúkurnar og eyðkeynni teirra. Sum uppslagsbók hjá avvarðandi, er bókin sera hent.
Anette Løwert hevur verið knýtt at Psykiatriska deplinum sum konsulentur seinastu trý árini. Umframt at veita fakliga vegleiðing, hevur hon havt skeið við starvsfólki innan økið.
Fyrilesturin, sum verður í Miðlahúsinum í Vágsbotni týskvøldið 3. november klokkan 19, er ókeypis, og tað eru Javni og Psykiatriski depilin, sum í felag skipa fyri tiltakinum.