Sálarlig blokering

Jens Martin Knudsen er vanliga ikki tann persónurin, sum hevur hug at fjala sannleikan, og tað gjørdi hann heldur ikki eftir tapið fyri HB.
- Vit spæla sum so slettis ikki so illa, men vit gera nøkur persónlig mistøk fyri steðgin, og so er tað fyri tað mesta mótbrekka hjá okkum.
Men mest av øllum, so helt Jens Martin, at talan eisini var um eitt slag av sálarliga blokering hjá NSÍ. Ein blokering, sum ofta hevur rakt liðið seinnu árini.
- Tú kanst siga, at teir saman um tikið vóru meira klárir til at fara fram í oddin, enn vit vóru. Vit hava jú í eini fimm ár verið nær oddinum, men vit hava enn ikki roynt at enda ovastir, og tað í sjálvum sær er blivið til eitt slag av eini forðing. Tú sært tað í einstøkum førum, at teir eru meira avgjørdir enn vit. Teir taka møguleikan, tá hann er har, ístaðin fyri at nøla tað allar minsta, og tað er so nakað, sum vit skulu til at vinna á. Tað er ein lutur, sum vit hava arbeitt støðugt við seinastu árini, og fyrr ella seinni, so ber væl eisini til at vinna á hesum, helt Jens Martin Knudsen at enda.