Sálarfrøðiligi Fakfestivalurin 2012 byrjar hósdagin

So er Sálarfrøðiligi Fakfestivalurin aftur á skránni, og er hetta annað árið á rað, at hetta tiltakið verður hildið. Fyrireikarar siga, at skráin er sera fjølbroytt.

 

Fakfestivalurin í ár er samansettur av 28 verkstovum/fyrilestrum - 4 teirra eru heilar dagar og 24 hálvar dagar - veitarar eru 31 føroyskir sálarfrøðingar burturi og heima.

 

Festivalurin fer fram í døgunum 22. og 23. mars. Byrjað verður báðar dagar við morgunmati og felags gestafyrilestri, áðrenn tær mongu verkstovurnar fara í gongd.

 

-Vit vóna, at tað eydnast tær at raðfesta verkstovur, so tú fært sett saman eina festival skrá, sum hóskar júst til tíni ynski og tín tørv, siga fyrireikarar á Facebook síðuni.

 

Millum tey spennandi evnini eru mindfullness og strongd, børn og sálartrupulleikar, leiðsla og samskifti, og parlagstrupulleikar og menning. Fakfestivalurin er viðkomandi bæði fyri privat fólk og fakfólk.

 

Tilmelding og gjald fyri luttøku á Sálarfrøðiliga Fakfestivalinum 2012 fer fram á psykolog.fo, har tú eisini kanst lesa meira um tiltakið.

 

Facebook síðan hjá tiltakinum sæst her:

 

www.facebook.com