Fyrrapartin í dag kom hol á kølivatnsrørini umborð á Súluni, sum siglir á fugloyar- og svínoyarleiðini.
Súlan bað um hjálp umvegis Tórshavnar Radio um 11-tíðina í dag, tá manningin á Súluni legði til merkis, at sjógvur var inni í maskinrúminum.
-Enn vita vit ikki reiðilig, hví hol er komið á rørini, men tað verður nú kannað, sigur Konrad Gaard Joensen, rakstrarleiðari hjá Strandferðsluni. Umframt manningina vóru trý ferðafólk umborð á Súluni.
- Vandi var ongantíð á ferð, og fyri lítlari løtu síðani kom Súlan inn á Hvannasund, sigur Konrad Gaard Joensen. Enn er ilt at siga, nær Súlan fer aftur í sigling.
- Fyrst mugu vit finna orsøkina til hetta brekið, og ilt er at siga, hvussu langa tíð tað kemur at taka, sigur Konrad Gaard Joensen.
Tað verður vestmannabáturin Froyur, sum fer at røkja siglingina, ímeðan Súlan verður umvæld.