Søla av persónbilum stóð í stað

Seinastu árini hevur verið støð­ugur vøkstur í bilasøluni. Men hesin vøkstur er nú steðg­aður. Fyrstu tríggjar mán­að­i­r­nar í ár eru seldir eins nógvir persónbilar, sum somu tíð í fjør, 306 bilar.

Fimm fleiri vøruvognar eru seldir hetta tíðarskeiðið í ár í mun til í fjør, tá tølini á­vik­avist vóru 45 vøruvognar í mun til 40.

Hyruvognarir eru tveir fleiri, sum seldir eru hetta tíð­ar­skeið­ið í ár, 6 í mun til 4.

Bilasølurnar hava fyrr sagt, at bilasølan hevur verið á nógv lægri støði árini síðani fíggj­ar­kreppuna – og at tá hon nærkast 2.000 bilum um árið, er hon aftur á einum nát­úr­ligum støði.

Í 2007 vóru seldir til­sam­ans 1.814 persónbilar og 428 vør­u­vognar. Árið eftir, í 2008, lækk­aði samlaða bilasølan góð­um 30 prosentum.

Samlaða sølan av akførum fyrstu tríggjar mánaðirnar í ár var 413 í mun til 384 somu tíð í fjør. Tað er ein framgongd upp á 7,55 prosent.