Søktu boyur hjá Volunter

Ein línubátur, Volunter á Toftum dróg hósdagin fýra boyur, sum vóru søktar við byrsu.

 

Ein línubátur, Volunter á Toftum dróg hósdagin fýra boyur, sum vóru søktar við byrsu. Volunteer hevði sett nakað innalaga við Vágoynna. Vágamenn eru illir inn á línuflotan, sum, tá veðrið ikki hevur verið til vildar, hava sett línum næstan inni í briminum.

Vaktar og Bjargingartænastan váttar, at hendingin er farin fram. Vakthavandi sigur seg ongantíð hava vitað um, at nakar hevur gjørt seg inn á línu á hendan hátt og hann metir hetta at vera herverk. Línubátarnir hava loyvi at royna á leiðini.

Tað hendir at línubátar kubba línuna hjá hvørjum øðrum og kanska seta dekan og nógv niður yvir hvønn annan og tað hendir eisini, at ein trolari fer gjøgnum línu, men at boyur verða søktar er ikki hent fyrr.