Sóknast eftir portugisum í Føroyum

Mótstøðuliðið hjá EB/Streymi er komið til landið. Meistaraliðið úr Andorra hevur portugusiskan uppruna og leiðslan í felagnum vil meir enn fegin koma í samband við portugisar, sum eru í Føroyum.

 

Í annaðkvøld verður Champions League dystur á Tórsvølli, tá EB/Streymur tekur móti Lusitans. Sum portalurin skrivaði fyrr í dag, so hevur FC Lusitans, ella Lusitanos, sum liðið eitur á portugisiskum, uppruna úr Portugal.

 

Leiðslan í felagnum er í kvøld á vitjan í Gjáargarði og vil meir enn fegin hoyra frá portugisum, sum eru í Føroyum.

 

- Um tað eru nakrir portugisar í Føroyum, so vilja vit fegnir bjóða teimum til dystin í annaðkvøld, sigur Diogo Festa og upplýsir, at hann kann treffat á telefon nummar +376 634365.

 

Champions League dysturin í annankvøld verður á Tórsvølli klokkan 19. Fyrri dysturin millum liðini endaði við javnleiki 2-2. Rás 2 sigur beinleiðis frá dystinum.

 

Mynd: Antonio da Silva Cerqueira(t.v) formaður í felagnum og Diogo Festa, sum umsitingarleiðari í FC Lusitans.