Tey, sum ætla sær at taka lut í FM í býarkoyring í súkkling, mugu tíðliga upp nú leygardagin.
Fyrsta trampið í pedalirnar verður hjá teimum vaksnu longu klokkan átta. Tá ið tey vaksnu verða komin á mál, fáa børnini møguleika at royna seg. Tað verður klokkan tíggju.
Børnini kunnu melda til á staðnum, meðan tey vaksnu skulu melda til á heimasíðuni hjá Tórshavnar Súkklufelag, sum er www.tsf.fo.
Súkklað verður frá nýggju kirkjuni í Hoyvík, sigur Tórshavnar Súkklufelag í tíðindaskrivi.










