TRÆTA
Fiskiveiðieftirlitið hevur tikið fylgjurnar av, at vaktarskipini, Tjaldri og Brimil, 1. juni ongar maskinmenn hava.
Elmar Højgaard, leiðari fyri Fiskiveiðieftirlitið og harvið útgerðarmaður fyri Tjaldri og Brimil, sigur, at teir hava søkt eftir nýggjum fólki til Brimil og Tjaldri. Søkt er eftir ellivu fólkum í alt. Ì fyrstu atløgu er søkt í Føroyum, men heilt skjótt verður eisini søkt uttanlands.
?Vit hava ongantíð søkt uttanlands áður, men vit kenna okkum noyddar til tað, tá talan er um so stóran tørv á arbeiðsmegi, sigur Elmar Højgaard.
Hann velur at síggja ljóst upp á støðuna.
?Vit hava langa tíð at finna manning, sigur Elmar.
Til spurningar um átakið hjá Maskinmeistarfelagnum er Elmar Højgaard avvísandi, og hann sigur seg ikki vilja kalla hetta fyri eina kampagnu móti ætlaðu starvssetanunum hjá Fiskiveiðieftirlitinum. Spurdur, hvat hann sigur til, at Maskinmeistarafelagið hevur tosað fólk frá at søkja, er Elmar Højgaard fáorðaður. Hann svarar bert passivt ?so? og ?ókey?.
Fiskiveiðieftirlitið høvdu fyrstu lýsingarnar í bløðunum í síðstu viku, men tað hevur ikki eydnast okkum at fáa greitt at vita, hvussu nógvar ella um nøkur umsókn er komin, men fleiri fyrispurningar hava verið, sigur Elmar Højgaard.










