Fólkakirkjan søkir nú eftir avloysara fyri sóknarprest til Suðurstreymoyar Eystara Prestagjald. Hetta er starvið, sum Kristine Hestbech hevur røkt seinasta hálva árið. Hon fer til Danmarkar aftur um miðjan mars. Bæði Kristine og tann komandi presturin avloysa Marjun Lómaklett, ið er í barnsburðarfarloyvi og síðani longdum farloyvi. Tikið verður við starvinum 1. apríl, og er talan er um eitt tíðaravmarkað starv fram til 15. august 2008. Umsóknarfreistin er sett til 7. mars 2008, sigur kirkjan á heimasíðu sínari, www.folkakirkjan.fo.