SÍ heldur tørn

Hvørgin av pørtunum vóru serliga væl nøgdir við dømingina sunnudagin, men hon fekk onga avgerandi ávirkan á dystin, tí munurin á liðunum var ov stórur

 

Flogbóltur

SÍ vann ein uppibornan sigur á nýggja ÍF-liðnum á Kambsdali í einum dysti, sum varð merktur av ivasamum dómaraavrikum.

Hvørki sørvingar ella fuglfirðingar vóru serliga væl nøgdir við dømingina, men tað er sjáldan, at dømingin fær avgerandi ávirkan á dystin, og tað fekk hon heldur ikki hesaferð. Til tað var munurin á liðunum ov stórur.

SÍ er eitt av toppliðunum, meðan ÍF er niðast við ongum stigi, so í so máta var úrslitið ikki óvæntað. Og tað er eisini munur á, hvussu høgt liðini stíla í ár. Meðan SÍ hevur styrkt nógv um liðið og ætlar at gera seg galdandi heilt har frammi, eru fuglfirðingar farnir at byggja eitt nýtt lið upp, sum ætlandi skal halda fram í nøkulunda sama líki í fleiri ár frameftir. Fleiri av leikarunum hava unglingaaldur og spæla eisini á unglingaliðnum, sum um vikuskiftið vann Fleyr-kappingina fyri yngru deildirnar. Her vann ÍF eisini kappingina hjá dreingjum 14 ár, so framtíðarútlitini eru bara góð.


Leiklutirnir býttir um

Sunnudagin vóru leiklutirnir teir øvugtu av tí, teir vóru í fjør. Tá var tað ÍF, sum lá heilt frammi í oddinum og eisini vann føroyameistaraheitið, meðan SÍ lá einsamalt í botninum. SÍ hevði eisini sigurin uppibornan, men teir í ÍF vóru ikki serliga hepnir við tað, at tveir av leikarunum hjá teimum fingu skaða undir dystinum. Tvey tey fyrstu settini vóru sera jøvn, og liðini vunnu eisini hvør sítt.

Triðja og fjórða sett vóru eisini rímiliga tøtt, men tey vann SÍ 25-19 og 25-17, og so var dysturin avgjørdur.

Í løtuni líkist ÍF einum niðurflytara, men teir hava ikki so nógv at óttast kortini, tí næstbesta liðið hjá teimum hølvar alt av í 1. deild, so niðurflyting kemur neyvan upp á tal. Hjá SÍ var tað týdningarmikið at vinna beint áðrenn oddadystin næsta leygardag móti oddaliðnum Fram. Vinna sørvingar tá, eru teir javnir í stigum við Fram, og so er spenningurin fullkomin.