Søguligur sigur í Klaksvík

Hondbóltur - Team Klaksvík skrivaði mikukvøldið søgu, tá tað eydnaðist at vinna fyrsta dystin í Atlantic Airways-kappingini. H71 var felagið, ið mátti lúta fyri klaksvíkingunum

Hagtølini teknaðu eina greiða mynd av støðuni hjá Team Klaskvík, sum spælir sítt fyrsta kapp­ingarár í bestu mans­deild­ini. Liðið hevði spælt 15 dystir uttan sigur, og málúr­tøk­an vísti ein mun upp á 194 mál í undir­skoti.
Nú H71 vitjaði í Badmin­tonhøllini í Klaksvík fyri aðru ferð innan fáar dagar, skuldi tað gerast ein dystur, ið skrivaði søgu, tí tá liðugt var, stóð Team Klaksvík eftir sum vinnari. Og tað fegnaðust klaksvíkingar um, hóast tað framvegis er langt upp til hini liðini.
– Vit dekkaðu væl, og fyri fyrstu ferð fingu vit verjuna at koyra ordiliga. Endiliga eydn­aðist tað, sigur Fríðin Ziskason, ið bæði er formaður í felagnum og annar venjarin hjá Team Klaksvík.
Team Klaksvík var á odda 17-14 í hálvleikinum, og endaði við at vinna 32-30. Tá bara tveir minuttir vóru eftir, kom H71 upp á javnt, 30-30, men so skoraðu Dánjal Kjærbo og Beinir Heðinsson tey bæði sigurs­gevandi málini síðstu løtuna.
– Tað hevur gingið rætta vegin hjá okkum síðani á jól­um, og hetta var nógv tann besti dysturin, vit hava spælt í vet­ur, sigur Fríðin Ziskason.
Toppskjútti hjá Team Klaksvík var hoyvíkingurin, Hanus Norðberg, sum skjeyt 12 mál. Fyrr í vetur spældi hann við H71, men er nú fluttur til Klaks­víkar. Besti málskjútti hjá H71 var Dánjal Tórgarð, somu­leiðis við 12 málum.