Teir byrjaðu í juli við at vinna á FK Vetra úr Litava. Síðani komu teir víðari úr bólkaspælinum og vunnu á Shakhtar Donetsk. Næst fyri stóð Juventus, men heldur ikki teir kláraðu at koppa Fulham. Í gjár vunnu teir so eisini á Hamburg í hálvfinaluni.
Einki mál kom í fyrstu uppgerðini í Hamburg. Men Hamburg løgdu seg á odda um miðjan fyrra hálvleik við einum dreyma frísparki frá Mladen Petric. Tað merki samstundis, at Fulham skuldi skorað tvey fyri at koma víðari.
Tjúgu minuttir fyri tíð javnaði Simon Davies fyri Fulham. Og eitt korter fyri tíð, skoraði Zoltan Gera avgerandi og søguliga málið, sum sendi Fulham í Europa League finaluna.
Seinast Fulham var í eini finalu var í 1975, tá teir komu í FA Cup finaluna. Teir taptu hana 2-0 fyri West Ham.
Fulham skal í finaluni møta Atl. Madrid. Finalan verður leikt í Hamburg 12. mai.
Fulham ? Hamburg(0-1) 2-1
0-1 Mladen Petric (22)
1-1 Simon Davies (69)
1-2 Zoltan Gera (76)
Fulham vinnur samanlagt 2-1