Japan fær nýggjan stjórnarleiðara og nýggja stjórnarsamgongu aftan á tjóðartingsvalið, sum var um vikuskiftið. Demokratiski flokkurin DPJ vann valið, og fyri syrstu ferð í eina hálva øld noyðist tann liberali flokkurin LDP at lata valdið frá sær og at fara í andstøðu.
Taro Aso, forsætisráðharri, hevur ásannað tapið og boðað frá, at hann fer frá sum floksformaður.
Sambært teimum seinastu tølunum frá valinum fær tann demokratiski DPJ umleið 308 umboð í undirhúsinum. LDP, sum hevði 300 umboð undan valinum, fær bara 119 nú.









