Alsamt fleiri nýta talgildar miðlar til postin, og tað merkist hjá Post Danmark, sum hevði søguligt hall í 2012. Hetta er nevnliga fyrsta árið, at Post Danmark hevur hall í roknskapinum.
Tað eru bara trý ár síðani, at felagið hevði eitt yvirskot á 1,6 mia kr., og í 2011 var yvirskotið 143 mió kr. Mmen hóast útreiðslurnar síðani tá eru lækkaðar við góðum 300 mió kr., so er fallið í umsetningum meira enn 700 mió kr., og tað merkist.
Seinastu 10 árini er talið av postaðum brøvum minkað við eini helvt, og bara í fjør minkaðu nøgdirnar 12%. Í Post Danmark verður sagt, at talið framhaldandi fer at minka, og at stóra avbjóðingin nú er at tillaga seg einum alsamt meira talgildum marknaði.
- Vit arbeiða støðugt við at tillaga raksturin til fallandi mongdina av posti, men tað hevur ikki eydnast okkum at minka hesar eins nógv, sum inntøkurnar eru minkaðar.
- Komandi árini skulu vit framhaldandi tillaga okkum, men tað er sjálvandi eitt mark fyri, hvussu nógv vit kunnu skerja útreiðslurnar, tá vit samstundis skulu hava eina útbering, sum røkkur til allar adressur í Danmark 6 dagar um vikuna, sigur K. B. Pedersen, stjóri í Post Danmark.