OL
Alt Ísland er á hinum endanum. Alt landið hevur staðið stilt í hálvanannan tíma, meðan fjórðingsfinalan millum Ísland og Pólland var spæld. Spennandi dysturin endaði 32-30 til Ìsland eftir hálvleiksstøðuna 19-14 til Ísland. Íslendingar vóru væl betri enn póllendingar í 1. hálvleiki, men í 2. hálvleiki stóð á gomlum nøglum, og var reppið, at póllendingar javnaðu íslendsku leiðsluna. Men tað helt hjá Íslandi, sum hevur framt eitt av størstu brøgdunum í bæði íslendskari og olympiskari søgu. Bjørgvin Páll Gustavson í íslendska málinum stóð sín lívs dyst, og var tað eisini ógvuliga avgerandi fyri dystin. Íslendingar fingu nógvar útvísingar, men í fleiri førum skoraðu teir í undirtali. Danmark spælir ímóti Kroatia kl. 11. Vónandi fáa vit eina norðurlendska finalu! Bestu málskjúttar Íslands: Alexander Peturson 6, Snorri Guðjónson 5(1), Guðjón Valur Sigurðson 5, Logi Geirson 4, Ólafur Stefánson 4 (1), Arnór Atlason 3, Róbert Gunnarson 3