Søguligt B36-ár

HB byrjaði kappingina sum tvífaldur meistari, KÍ var aftur í bestu deildini, Víkingur og EB/Streymur stílaðu høgt, meðan B36 við tilgongd av eitt nú Lukasz Cieslewicz sá út sum eitt felag í framgongd

Tað gjørdist tíðliga greitt, at B36 skuldi takast í álvara og at árstalsfelagið hevði tryggja sær Lukasz Ciesle­wicz, men óvist var hvussu stórur styrkur hann fór at verða.
Tað var annars KÍ, ið stjól mynd­ina fyrstu umførini. Við einum ungum og óroyndum liðið tóku tey flestu á bóli og aftaná fjórða umfar lá liðið saman við EB/Streymi á odda í kappingini.
Í fimta umfari legði B36 seg á fyrsta sinni á oddasessin. Teir vunnu í Gundadali á EB/Streymi við máli, ið Lukasz Cieslewicz skor­aði upp á brotsspark, meðan KÍ í evstu løtu tapti heima fyri NSÍ. Umfarið eftir vann B36 í Klaksvík og EB/Streymur tapti í Gundadali fyri HB, sum hóast eina ringa byrjan nú aftur hevði samband við oddin – fyribils í øllum førum.
Í nígginda umfari gjørdist greitt, at B36 skuldi takast av álvara og at HB var í álvarsligum trupulleikum. B36 vann á útivølli móti NSÍ, sum lá teimum næstir, meðan HB tapti heili 4-1 móti einum vælleikandi KÍ liðið.

B36, Víkingur og
EB/Streymur renna undan
Næsti triðingur av kappingini skapti eina mynd av eini kapping í trim­um pørtum. Oddaliðini B36, Víkingur og EB/Streymur. NSÍ, sum lá púra einsamalt í ongamannalandi á fjórða plássi, og so restin, sum strídd­ist fyri ikki at flyta niður.
Liðini í niðari hálvu skiftust um at vera í niðurflytingarvanda. Rundan um summarsteðgin sá út til, at KÍ hevði mist stevið og tapti fyri bæði 07 Vestur og B71 á heimavølli. Felagið valdi tó at halda fast í venjaranum og leikarahópinum.
Í seinasta umfarinum av næsta triðinginum av kappingini kom eitt heilt serstakt mál, tá HB í evstu løtu javnaði til 2-2 í Klaksvík. Tað var nevniliga HB málverjin, Teitur Gestsson, ið gjørdi málið. Tað var eftir at hann var komin framvið í horna­sparksstøðu í tíðini, sum dóm­arin hevði lagt afturat.

Avgerðin í Gøtu
Fyrsti dysturin í seinasta trið­ing­inum avgjørdi fyri nógv hvar meistara­heitið endaði. Í Sarpugerði megnaði B36 at vinna 2-0 á nærm­asta kappingarneytanum, Víkingi. Við sigrinum í 19.umfari lá B36 fýra stig frammanfyri Víking á øðrum plássi og fimm stig framman fyri EB/Streym á triðja plássi.
Í botninum stríddist B71, men teir megnaðu ongantíð veruliga at koma bjargingini nær. 07 Vestur, HB, KÍ, B68 og ÍF skiftust um at verða parkera á hinum niður­flytingar­pláss­inum.
Í 23. umfari megnaði EB/streym­ur at fáa spenning í kappingina aftur við sigri á B36 við Margáir, meðan HB tapti heili 7-1 í Fuglafirði.
Á næst seinasta leikdegi fall enda­liga avgerðin í báðum endum. B36 tryggjaði sær meistaraheitið við sigri í Runavík, meðan 07 Vestur við einum 1-0 tapi á heimavølli fyri B68 mátti tað tungu leið niður í 1.deild saman við B71.

Steypakappingin
EB/Streymur er steypaliðið í før­oyskum fótbólti seinnu ár­ini og aftur í ár stóðu teir við gull­heiðurs­merkinum um hálsin. Gongdin til finaluna byrjaði longu tíðliga í apríl í Gundadali móti B36. Felagsliðið vann dystin 2-0. Í fjórðingsfinaluni vunnu sundalagsmenn greiðan 3-0 sigur á NSÍ. Í hálvfinaluni varð mót­støðan B68. Fyrri dysturin á Toftum endaði við málleysum javn­leiki. Í seinna dystinum vann EB/Streymur 3-2, men B68 hevði ein risa møguleika í evstu løtu og punktum kundi verið sett fyri steypa­ævintýrinum hjá EB/Streymi har.
Í steypafinaluni á Summar Festi­valinum vann EB/Streymur ein rímuliga sannførandi 3-0 sigur á ÍF. Hetta var ein endurtøka av finaluni frá 2010, sum EB/Streymur eisini vann. Avgerandi løtan kom í seinna hálvleiki, tá EB/Streymur fekk brotsspark, sum fuglfirðingar als ikki vóru glaðir fyri.
Tá saman um kom, so var EB/Streymur omaná og enn eina ferð steypavinnari.
Hetta minnast vit
Lukasz Cieslewicz gjørdist ársins leikari og tað munnu verða fá, ið eru ósamd við tí dóminum. Kapp­ingar­árið fer í nógvar mátar at verða sett í samnband við dugnaliga fram­herjan hjá B36, sum mangan var munurin á einum ella trimum stigum fyri FM vinnararnar.
Málið um stolnar pengar og EB/Streym fylti eisini nógv í farna árinum. Avleiðingarnar av mál­inum komu fram tá FSF kunn­gjørdi nýggju reglugerðina fyri fíggjar­stýring hjá feløgunum. Framyvir skulu feløgini uppgeva hvørja peru tey skifta í felagshúsinum.
EB/Streymur kom eisini í al­tjóða ljós, tá teir í dystinum móti HB brendu ikki færri enn trý brots­spørk í fyrra hálvleiki.
2011 gjørdist eitt søguliga ringt ár hjá HB, sum er einasta liðið, ið altíð hevur verið í besti deildini í føroyskum fótbólti, men í ár var um reppið meistararnir frá árinum fyri fluttu niður.