Søguligar hendingar á Føroya Løgtingi

Tá Meiken Krabenhøft, fríggjadagin 24. septembur 2004, tók sæti á tingi fyri Páll á Reynatúgvu, var tað fyrstu ferð, at Sandoyggin fekk kvinnuligt umboð inn á Føroya Løgting.

Eisini er hetta fyrstu ferð, at Tjóðveldisflokkurin hevur tríggjar kvinnur á tingi samstundis.
Einasti flokkur, sum frammanundan hevur havt trý kvinnulig umboð inni samstundis, er Fólkaflokkurin.
Á løgtingsvalinum 20. januar, fekk Meiken Krabenhøft 58 persónligar atkvøður, og er hetta fyrstu ferð, hon tekur sæti á tingi.
Meiken er 39 ára gomul og hevur HH prógv. Hon undirvísir í Skálavíkar skúla og hevur stuðulsstarv á Sandi. Hon og Niklas eru búsitandi í Skopun og eiga 3 børn. Foreldur hennara eru Billa og Ingemann Krabenhøft.

(