Fyri fyrstu ferð nakrantíð hevur ein sendinevnd frá kinesiska handilsmálaráðnum verið á vitjan í Føroyum. Tað skrivar Uttanríkis- og Vinnumálaráðið á heimasíðu síni.
Tað var um vikuskiftið, at kinesiska sendinevndin var í Føroyum. Á ferðini vitjaði hon Uttanríkis- og Vinnumálaráðið, Bakkafrost og Føroya Tele.
Uttanríkis- og Vinnumálaráðið upplýsir á heimasíðuni, at endamálið við ferðini hjá sendinevndini var at kunna seg um Føroyar, og hvussu til ber at styrkja búskaparligu bondini millum Kina og Føroyar.
Við heimasíðuna hjá ráðnum sigur Poul Michelsen, at kinesiski marknaðurin gerst ein alsamt meira spennandi marknaðurin fyri føroyska vinnulívið.
- Kina er millum stóru keypararnar av føroyskum fiskavørum, og gerst ein alt meira spennandi marknaður fyri føroyskt vinnulív – eisini á øðrum økjum. Harafturat innflyta vit næstan nógv úr Kina, sum vit selja. Tí hevur gott handilssamstarv stóran týdning fyri Føroyar, sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður.