JUDO
28. desember 2009 gjørdist ein søguligur dagur í føroyskari judosøgu. Áki Davidsen, Hjalmar Johannesen, Jógvan Páll Kristiansen og Sam Vang stóðu allir royndina og fingu svart belti í judo.
Teir fýra eru ikki teir fyrstu føroyingarnir, sum hava staðið hesa somu roynd. Men tað var fyrsta ferðin, at ein roynd av hesum slagnum var hildin í Føroyum. Hetta var eisini fyrsta ferðin, at fýra føroyingar valdu at taka svarta belti í judo samstundis, og henda roynd varð hildin í Felagsskúlanum á Oyrarbakka.
2009 eitt ótrúligt ár
Við hesi roynd staðfestu teir fýra, at 2009 av sonnum hevur verið eitt ótrúliga gott ár fyri judo í Føroyum. Teir prógvaðu eisini, at góðu úrslitini frá oyggjaleikunum í summar, har Jógvan Páll Kristiansen vann gull, Hjalmar Johannesen vann silvur og Áki Davidsen og Sam Vang vunnu bronsu, ikki komu av ongum.
Fram til kappingarnar á Álandi vandu teir fleiri ferðir um vikuna, viðhvørt tvær ferðir um dagin. Eftir ein lítlan summarsteðg funnu teir judodraktina – sokallaðu gi’ina – fram aftur, og hava vant eins miðvíst og undan oyggjaleikunum.
Málið var greitt. Áðrenn 2009 var av, skuldu teir fýra hava knýtt svarta beltið um búkin. Tríggjar dagar fyri árskiftið komu allir á mál – samstundis.
Frá næmingi til meistara
Tað krevst ikki stórt innlit í judo fyri at vita, at svarta beltið hevur tygn. Í judohøpi verður eisini skilt í millum svarta belti og so tey, ið koma áðrenn.
Í stuttum ber til at siga, at svarta belti skilir næming og meistara. Hvítt, gult, appilsinlitt, grønt, blátt og brúnt belti er alt næmingastig. Svarta beltið er meistarastig og áðrenn 28. desember 2009 vóru tað einans tríggir føroyingar, ið høvdu svarta belti. Hesir vóru Luis Balsa, Ingi á Tórgarði og Búgvi Poulsen. Luis Balsa tók svarta belti í Spania, meðan hinir báðir vóru til somu beltroynd í Danmark.
Tað vóru eisini Ingi á Tórgarði og Búgvi Poulsen, sum saman við Zvonko Mrdalo, venjara í Sunda Judofelag, ið vóru dómarar til beltroyndina hjá teimum fýra. Eisini Zvonko Mrdalo, sum kemur úr Pólandi, hevur svart belti í judo.
Innan fyri svarta belti eru tíggju stig. Tá tú tekur svarta belti av fyrstan tíð, hevur tú tað, tey rópa 1. Dan. Næsta stigi er 2. Dan og so gongur tað annars upp til 10. Dan.
Eingin føroyingur hevur meira enn 1. Dan, og fyri at ein beltroynd til svarta belti kann haldast, krevst, at minst ein av dómarunum hevur eitt Dan hægri enn tað, ið givið verður.
Zvonko Mrdalo hevur 2. Dan. Og við honum í dómarabólkinum bar til at halda beltroyndina í Føroyum. Við øðrum orðum hevur tað áður ikki verið møguligt at hildið eina líknandi roynd í Føroyum. Partvíst tí, at judoíðkararnir ikki hava vant fram í móti hesum, og partvíst tí, at tað ikki hevur latið seg gjørt reint praktiskt.
Ambitiøsir mans
Teir tríggir dómararnir høvdu so at siga einans rósandi orð at bera judoíðkarunum í samband við beltroyndina, og Búgvi Poulsen, landsliðsvenjari, hevði á orði hvussu ambitiøsir teir fýra vóru. Hetta grundaði hann millum annað á tað, sum judoíðkararnir sýndu fram undir royndini.
Mest nýtta mannagongdin til royndina at fáa svarta belti er, at íðkararnir sýna fram eina seriu av judoteknikkum, sum er býtt sundur í tríggjar partar. Hetta gjørdu teir fýra í høllini á Oyrarbakka eisini. Men umframt tað, tóku teir eisini tveir partar aftrat seriuni. Hesir báðir síðstu partarnir eru júst teir somu, sum tá tú tekur næsta stigi í belttøku, eftir tú hevur fingið svarta belti – sonevnda 2. Dan.
Hetta vil siga, at teir fýra judoíðkararnir í roynd og veru sýndu fram alla seriuna til 2. Dan, sum er rættiliga óvanligt í samband við beltroynd til 1. Dan.
– Tað prógvar bara, at tit allir eru klárir at fara víðari, segði Búgvi Poulsen, landsliðsvenjari.
Ikki tí, Búgvi Poulsen segði eins og Ingi á Tórgarði og Zvonko Mrdalo, at serian ikki var lýtaleys hjá nøkrum teirra. So Áki Davidsen, Hjalmar Johannesen, Sam Vang og Jógvan Páll Kristiansen hava fleiri ting at arbeiða við komandi tíðina, um teir ynskja at taka næsta stigi innan fyri belttøku og harvið skriva enn ein søguligan kapittul í føroyskari judosøgu, nevniliga at vera fyrstu føroyingarnir við 2. Dan.
Fyrimyndir fyri restina
Eisini formaðurin í Judosambandi Føroya, Sofus D. Johannesen, var til staðar undir beltroyndini. Hann gjørdi greitt hvønn týdning tað hevði, at Føroyar nú eiga fýra judoíðkarar aftrat, ið hava tikið svarta belti.
– Vit hava ikki altíð raðfest beltroyndir so høgt og tað er spell. Ikki tí, tit hava eisini áður prógva, at tit saktans kunnu skapa góð úrslit uttan svarta belti. Men við tykkum fýra hava tey yngru fingið nakrar fyrimyndir, sum hava prógvað, at tað loysir seg at venja miðvíst, bæði móti kappingum og beltroyndum, segði Sofus D. Johannesen, formaður í Judosambandi Føroya.