Søgulig semja um yvirtøkulóg

Sambandsflokkurin tekur eisini undir við yvirskipaða yvirtøkuleistinum hjá samgonguni, og tískil er loksins full semja um, hvussu farast skal fram á sjálvstýrisleið í framtíðini

POLITIKKUR
Samgongan hevur lagt á annan bógv í sjálvstýrismálinum. Í hesum sambandi hevur løgmaður sent uppskot til forsætisráðharran, har hann mælir til, at allar yvirtøkur, sum liggja uttan fyri heimastýrislógina, verða savnaðar í eini og somu lóg.
Anders Fogh Rasmussen hevur tikið væl ímóti uppskotinum. Í gjár segði annar av andstøðuflokkunum, Javnaðarflokkurin, at hann tekur undir við nýggja leistinum. Og nú tekur eisini Sambandsflokkurin undir við yvirtøkuleistinum.
Sambandsflokkurin heldur, at hetta minnir nógv um nýskipanaruppskotið hjá sær, og tí ber helst til at fáa eina breiða semju um fleiri av málunum, segði Alfred Olsen, næstformaður í Sambandsflokkinum við Útvarp Føroya mikudagin.
Hann heldur, at mest sum alt, sum stendur í yvirtøkulógini hjá landsstýrinum, eisini stendur í teirra nýskipanaruppskotið. Tað snúði seg millum annað um, at øll málsøki, uttan tey, sum eru karmurin um ríkisfelagsskapin, skuldu kunna yvirtakast. Kortini er okkurt, sum eisini er ført fram í uppritinum hjá løgmanni, sum Sambandsflokkurin ivast í, og tí tekur flokkurin ikki treytaleyst undir við øllum.