Søgulig HM-sending á Rás2 týsdagin seinnapart

Føroyska U21 manslandsliðið spælir fyrsta HM-dystin ímóti Chile klokkan 14 týsdagin. Rás2 sendir frá klokkan 13

Týsdagin 18. juli klokkan 14 verður ein søgulig løta í føroyskari ítróttarsøgu. Tá spælir fyrsta føroyska liðið í bóltítrótti nakrantíð ein dyst í einum HM-endaspæli. 

 

Klokkan 14 spælir føroyska U21 manslandsliðið í hondbólti fyrsta dystin av fimm dystum í bólki A í HM-endaspælinum, sum verður í Algeria. Chile er mótstøðuliðið í tí fyrsta dystinum.

 

Tróndur Arge fer at siga frá dystinum á Rás2. Øll kunnu lurta við á www.midlar.fo, og annars á FM 88,7, FM 95,9 og á FM 98,7. 

 

In.fo fer eisini at hava beinleiðis tekstfrásøgn frá dystinum, og samrøður koma út á in.fo aftaná dystin.

 

Sendingin byrjar við upptaktsprátum og tónleiki klokkan 13. Til ber hjá fólki at taka lut í sendingini og smsa inn til sms-skipanina hjá Rás2, sum hevur nummarið 559999. Har kunnu fólk skrivað hvørjar vónir fólk hava til dystin hjá Føroyum ímóti Chile og hvørja vónir tey hava til føroyska liðið í HM-endaspælinum.