Síggja møguleikar fyri fleiri heiðursmerkjum

Landsliðið í frælsum ítrótti hevur góðar møguleikar at vinna heiðursmerki á Bermuda. Ein av favorittunum luttekur fyri fyrstu ferð á Oyggjaleikum

9 ítróttarfólk eru á landsliðnum í frælsum ítrótti á Oyggjaleikunum hesaferð. Teirra millum eru trý ítróttarfólk, sum ikki áður hava verið á Oyggjaleikum.

- Vit senda eitt javnt, sterkt landsliðið avstað, og í grundini hava øll ítróttarfólkini møguleika at vinna heiðursmerki, sigur Hallur Holm, formaður í felagnum Frælsur Ítróttur Føroya.

- Tað verða færri luttakarar við á leikunum hesaferð, og tí kann tað verða, at tað verður lættari at vinna onkur heiðursmerki, enn tað onkuntíð hevur verið, sigur hann.


Liggja til heiðursmerki

Tann luttakarin, sum helst liggur best fyri at vinna heiðursmerki á Oyggjaleikunum hesaferð, er Valborg Heinesen, sum skal renna 10.000 metrar og hálvt marathon. Hon er nýtt navn í hesi ítróttargrein, lesur til lækna í Pólandi og hevur havt góð úrslit í kappingum har.

Hevði Bjørk Herup Olsen, sum hevur drigist við skaða, eisini verið við á leikunum hesaferð, høvdu Føroyar havt veruligan møguleikan at vunnið fín heiðursmerki í liðkappingini.

Marnar Djurhuus hevur havt góð úrslit seinastu árini, og hann hevur longu vunnið heiðursmerki á Oyggjaleikum. Marnar hevur havt skaðar og verið sjúkur seinastu tíðina, og tí hevur formurin ivaleyst verið betur, enn hann hevur verið seinastu tíðina.

Rebekka Fuglø, sum kappast á teimum styttru teinunum, hevur í summar havt sera góð úrslit í kapping í uttanlands, og tí er eisini spenningur um hennara kappingar á Bermuda.

Rúni Seloy og Rói Holgarsson eru eisini við í rennikappingum á styttri teinum, men teir standa iki fremstir í røðini at vinna heiðursmerki.

Umframt rennarar eru ítróttarfólk eisini við í øðrum greinum innan frælsan ítrótt. Heri Ziska skal luttaka í klingruvarpi, Rógvi Højgaard er við í spjótkasti, Øssur D. Eiriksfoss skal verða við í hæddarlopi og trístøkki, Trygvi Z. Laksáfoss verður við í hæddarlopi.


Frælsur ítróttur

Marner Djurhuus

Rebekka Fuglø

Valborg Heinesen

Rúni Seloy

Øssur Debes Eiriksfoss

Rógvi Højgaard

Rói Holgarsson

Trygvi Z. Laksáfoss

Heri Ziska