Korona hevur verið ein dýr søga fyri fiskimenn, tí inntøkan er nógv lækkað. Og fiskimenn skilja ikki, hví teir ikki eru eru slopnir upp í part í onkrum av hjálparpakkunum hjá landsstýrinum, akkurát, sum so nógvir aðrir samfelagsbólkar.
Jan Højgaard, formaður í Fiskimannafelagnum, sigur, at hetta var eitt mál, sum varð nógv umrøtt á landsfundinum hjá Fiskimannafelagnum í gjár.
– Tað undrar fiskimenn, at teir eru fyri vanbýti, samstundis sum at nógv almenn starvsfólk hava verið heima í fleiri vikur, við fullari løn, sigur formaðurin.
Hann leggur afturat, at enn duga tey ikki rættiliga at síggja nakað ljós fyri stavn, tí eingin veit, hvussu næsta ár fer at hilnast. Men hann leggur kortini afturat, at fiskimenn fara at halda á við stríðnum, tí teir eru tann berandi súlan undir samfelagnum.
Trýst á pílin undir myndini og hoyr Jan Højgaard greiða frá á FM1 um støðuna, og hann skjýtur eisini við skørpum eftir búskaparráðnum.