Á heimasíðuni hjá Bluebird Film er eitt brot nú at síggja úr nýggja filminum hjá Katrin Ottarsdóttir um Tórodd Poulsen
Til ber at downloada filmsbrotið á leinkjuni www.bluebirdfilm.dk/fo_index.html
?Ein regla um dagin má vera nokk? er heitið á filminum, sum er eitt portrett av rithøvundanum og myndlistamanninum Tóroddi Poulsen.
Filmurin verður frumsýndur mikukvøldið 17. september og hóskvøldið 18. september á Bryggjuni, Strandgade 91, í Keypmannahavn.
Føroysk frumsýning verður eftir ætlan í oktober í sambandi við filmsstevnu í Norðurlandahúsinum.
Filmurin um Tórodd Poulsen er annað filmsportrettið hjá Katrini Ottarsdóttir av trimum føroyskum listafólkum.
Tað fyrsta var um myndahøggaran Hans Paula Olsen í filminum ?Ongin kann gera tað perfekta?, meðan tað triðja verður um rithøvundan Jóanes Nielsen.