Fótbóltsferðir
Einki er at ivast í, at áhugin fyri dystin millum FCK og Brøndby hin 10. juni, er sera stórur. Forsølan av atgongumerkjum er langt síðani byrjað, og alt bendir á, at atgongumerkini nú eru um at vera uppi.
Ferð fyri 2.000 kr.
Fyri fótbóltshugaðar føroyingar er tað tí helst ein kærkomin møguleiki, at Atlantic Airways og North Atlantic Football Agency (NAFA) hava fingið hendur á 50 atgongumerkjum til dystin, so føroyskir áskoðarar eisini kunnu sleppa til dystin.
Í felag hava hesi feløgini nú gjørt eina pakkaferð, har tú fyri knappar 2.000 kr. fært flogseðil til Keypmannahavnar og aftur, umframt atgongumerki til dystin. Flogið verður úr Føroyum hóskvøldið, 7. juni kl. 20.30, meðan fráferðin heim aftur verður úr Keypmannahavn mánamorgunin. Tekning til ferðina fer fram á skrivstovuni hjá Atlantic Airways, sum eisini eru fús at hjálpa, um luttakararnir ynskja at gista á hotelli tær fýra næturnar í Keypmannahavn.
Lítið er at ivast í, at áhugin fyri ferðini er stórur. Tá Herfølge við Jákupi Mikkelsen í fjør gjørdist danskir meistarar, fóru hópatals klaksvíkingar til Danmarkar at síggja seinasta dystin á árinum, sum var móti júst FCK.
Hetta er fyrsta royndin hjá NAFA at skipa fyri slíkum fótbóltsferðum, men gongst eftir ætlan, verður tað so avgjørt ikki seinasta ferðin. Tosað verður millum annað um at gera ferðir til Onglands, tá flúgvingin hjá Atlantic til Bretland verður uppafturtikin.