Í virkisbygningnum hjá Sp/f Kirvi á Ónavíksvegi í Lopra hevur Hallur Augustinussen sína dagligu gongd. Tað hevur hann havt seinastu fýra árini. Hann er bæði stjóri og nevndarformaður í felagnum, sum tekst við at selja tað góða vatnið, sum rennur úr tunlinum millum Lopra og Sumba.
Vatnvørurnar, sum felagið kann bjóða fram í dag, eru plastfløskur á 0,5 L og 1,5 L. Talan er um vanligt vatn og brúsvatn við smakki. Eisini bjóðar Sp/f Kirvi vatnkølaraloysnir til eitt nú skrivstovur, kantinur, skip og til privat.
Tað var í oktober í 2012, at Hallur saman við øðrum keypti felagið Sp/f Kirvi frá Jákupi í Lopra. Jákup hevði tá átt virkið og felagið í nógv ár frammanundan. Men, tað var ikki fyrr enn í 2010 , at Jákup fór undir framleiðslu av vatni. Fekk hevði nakrar kundar, sum hann leigaði vatnkølarar út til og samstundis forsýnaði við vatni.
Hallur Augustinussen vísir á, at eftir sum umsetningurin í felagnum var sera lítil, tá teir tóku yvir, varð nógv gjørt burtur úr at økja um kundaskaran, og hetta hepnaðist sera væl. Enn størri ferð kom á eitt lítið ár seinni, eftir at avtala varð gjørd við P/F Landshandilin um at taka yvir sølu og veiting av okkara vørum norðanfjørðs.
Hallur Augustinussen sigur, at hóast teir hava selt kølaraloysnir í fýra ár, legst framvegis til við kundum, sum ynskja slíkar kølarar.
Lopransvatn, sum tað eisini verður rópt, spríkur úr loftinum í bergholinum millum Lopra og Sumba, 1.565 metrar frá portalinum í Lopransdali, og portalurin liggur beint oman fyri Lopra. Tað var miðskeiðis í áttatiárunum, at farið var undir at gera berghol millum Lopra og Sumba.
Ein morgunin, meðan menn vóru til arbeiðis, raktu teir við eina keldu, sum brádliga spríkti niður úr loftinum í tunlinum, og Hallur Augustinussen visir á eina stuttliga søgu, sum hoyrir við til hendingina henda morgun.
- Tá keldan kom undan kavi, skuldi arbeiðsformaðurin hava sagt við arbeiðsmenninir, at teir kundu taka ein kaffisteðg, meðan vatnlummin kundi renna seg tóman. Síðan kundi arbeiðið halda fram eftir steðgin. Men, tíbetur tømdist henda keldan ikki, og tí kunnu nógvir føroyingar í dag gleðast um at sleppa at drekka lopransvatnið Kirvi.
Hallur Augustinussen sigur, at Sp/f Kirvi er við gott mót og sær ljóst upp á framtíðina. Hugt verður alla tíðina eftir, hvussu meira framleiðsla kann verða á virkinum.
- Arbeitt verður eisini við, at sølan uttanlands skal verða ein størri partur av søluni í komandi tíðum. Vit skulu duga at fortelja søguna um okkara góða vatn, kvalitetin, reinleikan og smakkin, sigur hann.