Tann 4. december 1707 sigldi danska handilsskipið ”Norske Løve” úr Keypmannahavn. Túrurin skuldi eftir ætlan vera norður um Skotland, gjøgnum Atlantshavið suður um ”Kap Det Gode Håb” og so víðari til donska hjálandið Trankebar i India.
Skipið var lastað við gulli til at keypa kryddurtir og aðrar vørur fyri í Trankebar. Men so langt kom skipið ongantíð.
Jóladagarnar í 1707 var eitt ógvusligt ódnarveður í Atlantshavinum. Norske Løve fór av kós og nýggjáraftan tók skipið botn á Lambavik í Føroyum.
Bókin sigur frá um Norske Løve og dramatisku ferðina í 1707, skipbrotið á Lambavík og tað spennandi torgreiddu bjargingina av manningini, bjargingina av farminum og sjóforhoyrið í Havn.
Rithøvundurin hevur roynt at kanna hvat er at finna av lutum frá Norske Løve í dag. Millum lutirnar frá skipinum er ein klokka í Havnar kirkju frá skipinum, men hvar sjálvt vrakið av skipinum er, er enn ein gáta.
”Norske Løve – stolt skib, krank skæbne” er ein áhugaverd bók og enn ein brikkur í føroyskari søgu og í danskari sjófarts- og hjálandasøgu.
Bókin er 136 blaðsíður, og tað er ”Forlaget Nautilus”, sum gevur hana út. Bókin er at fáa í bókabúðunum.