?Saknaði sonurin? er heitið á bók, sum amerikanska Jennifer Henke hevur skrivað um pápa sín Hans N. Jacobsen, ið hvarv úr Fuglafirði sum heilt ungur
Á sumri í 1997 lendir amerikanska Jennifer Henke á flogvøllinum í Vágum. Í viðførinum hevur hon ein seðil við nøkrum fáum nøvnum á familjuni í Føroyum.
Jennifer vónar, at nøvnini kunnu hjálpa henni at finna familjuna hjá pápa hennara, Hans N. Jacobsen, ið sum ungur maður fór til skips og ongantíð kom aftur.
?Saknaði sonurin? er søgan hjá Jennifer Henke um pápan, sum treyðugur tosaði um heimland sítt, um familjuna í Føroyum og um brævasamskifti millum pápan og unnustuna í heimbygdini og familjuna annars.
Bókin verður løgd fram í Mentanarhúsinum í Fuglafirði sunnudagin 23. november klokkan 15, har Jennifer Henke eisini signerar bøkurnar.
Tað er Bókadeild Føroya Lærarafelags, sum gevur bókina út.