- Søgan um Hannibal Lecter

Ungi Hannibal Lecter er faðirloysingur. Bæði for­eldr­ini doyðu undir seinna heims­bardaga. Hann er eins­a­mallur við systrini Mischa. Seinni taka her­menn smágentuna Mischu av døgum

Ungi Hannibal Lecter er faðirloysingur. Bæði for­eldr­ini doyðu undir seinna heims­bardaga. Hann er eins­a­mallur við systrini Mischa. Seinni taka her­menn smágentuna Mischu av døgum

Hannibal bjargar lívinum og flýddi sjálv­ur undan leig­u­her­monn­um. Hann endaði á einum barn­a­heimi, men rýmur haðani til Paris og fer at búgva hjá kon­uni hjá páp­a­beiggj­anum Lady Murasaki. Hon tek­ur sær av honum og lærir hann um fínmentan. Hannibal fær stór­an áhuga fyri vápnum, heilivági, mat­gerð og mann­a­kjøti. Jú hes­in mentaði dráps­mað­urin og psyk­o­pat­ur­in er komin aftur, men orka vit at hoyra um Hannibal aftur?
Vit sóu hetta tema í filminum The Perfume herfyri og í søgunum um Hannibal fyrr.
Skaldsøgurnar til filmin The Sil­­ence of the Lambs, ið vann seks Oscars í 1991, eru skrivað­ar av Thomas Harris. Seinni kom so Hann­i­bal í 1999.
Hann­ibal sum ungt menniskja, ella eitt Portrait of The Serial kill­er as a Young Angry Man. Hes­in ungi maðurin er ein sera óð­ur og óndur maður, klókur og vand­a­mikil. Hann fer at leita eftir teim­um, sum hava dripið systrina, og hann kann ikki støðgast.
Kant tosar um hypotetiska im­per­a­tivið, at ein gerningur utt­an annan moral enn bert at fylgja eini reglu er vandamikil. Ein lækni kann t. d. grøða, og hann kann drepa, hetta er bert ein spurningur um dosering. Hann­i­bal, sum lesur læknafrøði, skil­ir bert hetta seinasta. Film­urin er myrkur og heldur lang­drigin. Persónliga eri eg ikki til ræðufilmar, men eg dugi at síggja, at hann er meiri enn ein dráps­filmur. Hannibal Rising er væl gjørdur og hugtakandi, men søg­an ella mytan um Hannibal er eitt sindur útvatnað.
Tey sum elska heetta films­slagið, skulu sjálvandi í Havnar Bio at lata seg skelka av Hannibal ein­a­ferð enn.

Fakta um Hannibal Rising:
Leikandi:
Hannibal:Gaspard Ulliel
Lady Murasaki: Gong Li
Grutas:Rhys Ifans
Kolnas: Kevin McKidd

Leikstjóri Peter Webber. 117 minuttir. Framførdur í Havnar Bio frá fríggjadegnum 9. mars. Aldursmark 15 ár.