Veiðiloyvi
Eftir tólv árum ber til at gera tveir smáir deksbátar upp á tilsamans 24 tons og ein útróðrarbátur upp á 80 tons til eitt línuskip upp á 330 tons. Uttan at nakar uttan fyri fiskivinnuumsitingina hevur gjørt nakað skeivt.
Tann 28. november 1990 fáa tveir mans eftir umsókn játtað fiskiloyvi til 30 tonsaran Glottan. Treytin er, at tveir smærri bátar, Hæddin, sum er merkt 14 tons, og Falkur, sum er merktur12 tons, fara úr veiðiflotanum. Samstundis verður tann ræðisavmarking sett á Glottan, at hann bert fær loyvi at royna við snellu.
Tann 15. februar 1991 játta eigararnir av Hæddini, ið eru teir somu, sum skulu hava Glottan, at Hæddin ikki aftur má brúkast til vinnuligan fiskiskap ella tilvirking av fiski. Somu játtan skrivar eigarin av Falki undir tveir dagar seinni. Í báðum førum hava tvey vitni skrivað undir.
Tann 15. februar 1991 skriva eigararnir av Hæddini og Glottanum eisini undir ta ræðisavmarking fyri Glottan, at hann bara má brúkast til snelluveiðu og ikki má seljast uttan so, at keyparin eisini gongur undir hesa treyt. Eisini her hava tvey vitni skrivað undir
Alt er nú greitt eftir lógarinnar bókstavi, og Glottin fer til fiskiskap, sum ætlanin var.
Hinir báðir smærru bátarnir skulu nú vera burtur úr flotanum og ikki trýsta nakran fiskastovn við veiðu.
Tó er so tað hent síðani, at Hæddin, sum í dag eitur Svananes, men skal skifta navn, tí báturin nýliga hevur skift eigara, hevur fingið fiskiloyvi aftur, og hevur verið nýttur til útróður undir Føroyum. Falkur er sambært Skipaskrásetingini skrásettur sum stuttleikafar.
Glottin rør út. Og hóast hann sambært ræðisavmarkingini frá 1991 ikki hevur loyvi til tess, rør hann við línu. Tað ger hann, tí eigararnir hava fingið fiskiloyvi til línuveiðu frá fiskivinnuumsitingini.
Glottin skiftir eigara og navn, og friður er um hann, til hann á vári 2003 kemur fram aftur í ljósið. Nú undir navninum Nakkur. Og nú skal fiskiloyvi hansara brúkast sum handilsvøra í einum skipahandli, har eitt stórt línuskip skal inn í flotan fyri tvey útróðrarloyvi.
Tann 4. mars 2003 skrivar eigarin av Nakki undir váttan av ræðisavmarking, har Nakkur verður tikin úr flotanum og ikki má nýtast til vinuligan fiskiskap undir føroyskum flaggi.
Men skjalainnlit avdúkar nú, at Nakkur als ikki hevur havt loyvi at royna við línum sambært teirri ræðisavmarking, sum gjørd er í 1991. Tað er tí beinleiðis í stríð við lógina um vinnuliga fiskiskap, at hansara fiskiloyvi verður brúkt til eitt línuskip, hóast tað verður bólkað í bólk 4B sum útróðrarbátur, siga politikarar og onnur, sum eru inni í málinum.
Við einum pennastroki tann 10. mars 2003 verður ræðisavmarkingin frá 15. februar 1991 kortini avtikin. Tá skrivar Fiskimálaráðið í tveimum reglum soleiðis til Skipaskrásetingina:
»Heitt verður við hesum á Skipaskrásetingina um at strika ræðisavmarking fyri m/b "Nakkur" KG 106 XPQG, tilmeldað 27.02.1991, nr. 171, og skrásett 21.03.1991.«
Landsstýrismaðurin við fiskivinnumálum varð av Sosialinum biðin um at staðfesta lógarheimildina fyri hesi strikan av ræðisavmarkingini. Men tað kundi hann ikki.
Hann vísti á, at talan var um eina løgfrøðiliga avgerð, sum tikin var, tí fiskivinnuumsitingin hevði gjørt eitt mistak í 1994, sum partarnir ikki vóru varugir við aftur fyrr enn í 2002. Tá lógin um vinnuliga fiskiskap kom í gildi í 1994 gloymdu fiskivinnumyndugleikarnir, at Glottin var ræðisavmarkaður til snelluveiðu og góvu honum vanligt fiskiloyvi, sum hann síðan hevur fingið heilt fram til fiskiárið 2002-2003, tá Fiskimálaráðið varnaðist mistakið.
Alla ta tíð hevði Glottin fiskað í andsøgn til tað, táverandi eigararnir skrivaðu undir í 1991 og eisini bundu møguligar komandi eigarar til. Men av tí, at so long tíð var liðin við hesum, gjørdu løgfrøðingarnir av, at báturin nú hevur hevdsrætt upp á eitt vanligt fiskiloyvi, sum eisini gevur rætt til línuveiðu undir Føroyum og á Bankanum.
Sostatt hevur eigarin av Nakki, sum Glottin i dag eitur, við fullum rætti flutt eitt fiskilovyi, sum fyri tólv árum síðan varð til frá tveimum smáum deksbátum, til eitt av teimum størstu línuskipunum í flotanum.
Myndir