Jógvan Sundstein
Formaður Sambandsflokksins hevur skrivað grein, sum hann nevnir: »Fullveldisríki fara í søguna«. Eg skilji greinina sum eitt slag av niðurstøðu frá hansara (Sambandsflokksins) síðu um, at vit føroyingar ikki skulu stríðast fyri fullveldi, men heldur tvørturímóti geva okkum undir aðrar felagsskapir. Helst skal tað skiljast soleiðis, at annar felagsskapurin, vit skulu viðurkenna er at verða partur av danska ríkinum, og hin er at vera partur av Europeiska samveldinum. So sleppa vit undan at hava ábyrgdina av einum føroyskum fullveldisríki, og tað skuldi eftir uppfatan sambandsformannsins ikki gjørt nakað, tí veruleikin í dag er, at einki fullveldisríki er til.
Men er veruleikin so einfaldur? Hyggja vit rundan um okkum í heiminum í dag eru um leið 200 lond, sum eftir vanligari uppfatan vera nevnd fullveldi. Tað vil siga, at tey eru politiskt sjálvstøðug og ráða sær sjálvum, hava suverinitet yvir egnum landaøki, og telja javnbjóðis øðrum sjálvstøðugum londum í alheims samanhangi. Harumframt finnast onnur lond og aðrar tjóðir, sum av ymiskum orsøkum ikki lúka hesar treytir. Í fleiri slíkum førum stríðast hesi fyri fullveldi og vóna at fáa tað sum frá líðir.
Kaj Leo Johannesen roynir at føra ymisk prógv fyri, at einki land longur hevur fullveldi. Hann tekur sum dømi:
1. Gamla Sovjetsamveldi og tað, at hetta landi syndraðist
2. USA, álopið 11.september 2001 og gerð av missilskjøldri
3. Ísland og Noreg, sum umseta ES lógir og taka tær til sín
1. Eftir míni uppfatan er Sovjetsamveldi eitt tað besta dømi um, at tað er hættisligt at kúga fullveldisstrembanina. Hetta samveldi legði við makt fleiri lond undir seg og samveldi helt í stívliga 70 ár. So syndraðist tað og vit fingu í byrjanini av nítiárunum fleiri nýggj fullveldi. Tað er ymiskt, sum tað gongur hjá hesum londum, og vit síggja fleiri rembingar, men í øllum førum var kúganin ikki haldbar í longdini. Enn er kortini ikki komi á mál. Rusland hevur framvegis stórar trupulleikar við til dømis Tjetjenia og helst aðrar tjóðir eisini. Hetta vísir bara, hvussu stóran týdning fullveldi hevur framum at vera í einum óynsktum felagsskapi.
2. At fara at ivast í veruleikanum av einum virkandi fullveldi hjá USA haldi eg ikki nýtist at argumentera ímóti. Hetta stóra landi stríddi fyri at útvega sær fullveldi og fekk tað í 1776 og hevur fyri stóran part verið fyridømi fyri frælsar stjórnarskipanir aðrastaðni í heiminum. Landið stendur í dag sum fremsti verjari av demokratiska frælsinum, sjálvt um mótstøðan er stór, eisini frá summum, sum áttu at vita betur.
3. Ísland og Noreg. Hesi bæði londini hava bert eina søgu uppá 60 og 100 ár við fullkomnum fullveldi. Tað er helst ein partur av frágreiðingini um, hví tey ikki (enn) eru partur av ES. Tey hava ikki heilt gloymt, hvussu tað var fyrr, tá onnur lond tóku avgerðir teirra vegna. At tey royna at samarbeiða við bæði ES og onnur lond í heiminum vísir bert, hvussu vælvirkandi teirra fullveldi og stýrisformur annars er.
Kaj Leo Johannesen og Sambansflokkurin stríðast fyri, at innlima Føroyar í danska ríkið, og at Føroyar skulu gerast partur av ES. Tað er sjálvandi teirra demokratiski rættur. Men at nýta argumentatiónina við, at eingi fullveldi og eingir nationalstatir eru til longur gongur ikki. Tvørturímóti eru fullveldi og nationalstaturin fortreytin fyri, at samarbeiðið millum lond kann virka. Tí kann eitt føroyskt samarbeiði svarandi til limaskap í ES bert virka, um vit gerast sjálvstøðugt land, tað vil siga fáa fullveldi við viðurkenning frá øðrum londum. Øll limalondini í ES eru sjálvstøðug, ja sjálvt Svend Auken vil hava donsku grundlógina broytta, soleiðis, at týðuliga kemur at standa, at Danmark er sjálvstøðugt og demokratiskt.
Men ikki fyrrenn land hevur fullt sjálvstýri kann avgerð takast um treytir viðvíkjandi felagsskapum og samarbeiði. Tað er ein stórur munur á hjá einum fólki og landi at arbeiða seg frá ósjálvstøðu til sjálvstøðu og frælsi, og at arbeiða við sjálvstøðuni sum grundarlag til eitt forpliktandi samarbeiði til frama fyri allar samarbeiðspartar.
At enda skal eg bert vísa á viðvíkjandi ES, at hesin felagsskapur sær út til at hava komið seg í stórar trupulleikar. Eitt er, at skrivstovuveldi er vorðið ovurhonds belastandi fyri limalondini. Annað er, at júst ov nógv frásigan av suveriniteti ger, at fólkið í fleiri londum ikki rættiliga er við longur. Tað sást á fólkaatkvøðunum í Fraklandi og Hollandi. Upptøkan av Turkalandi gevur nógvar trupulleikar, og í heila tikið víðkingin av felagsskapinum við nógvum nýggjum limalondum og ymiskum fólkasløgum við heilt ymiskum fortreytum ger, at stórur vandi er fyri, at felagsskapurin fer at syndrast aftur. Tað skal ikki undra meg, um ES um eini 20-30 ár dettur sundur líka sum Sovjetsamveldi gjørdi fyri 15 árum síðani.