Flogbóltur, menn
Føroyameistararnir úr Fleyr vunnu sum væntað dystin í Sørvági sunnudagin. SÍ hevur ikki havt somu styrki í ár sum seinasta ár, tí onkrir av høvusstuðlunum á liðnum ikki hava fingið leikt í ár.
Og soleiðis var eisini sunnudagin. Annfinn Joensen, Jón Falkvard og Jón Nielsen vóru ikki við, og tá ein ikki hevur eitt fullmannað lið ímóti havnarliðnum Fleyr, kann ein ikki rokna við at koma á sigursskammilin, tí hetta er Fleyr-liðið ov vælleikandi til.
Suni Hansen bestur
Á SÍ liðnum var tað leikandi venjarin, Suni Hansen, sum vísti besta spælið, men yvirmaktin var tó so stór frá Fleyr, at tað ongantíð var ivi um, hvør fór at vinna dystin. Bitið í álopinum hjá SÍ var ov lítið, til at hetta kundi órógva Fleyr-liðið.
Í fysta settinum legði Fleyr seg beinanvegin klárt á odda, og Sí fekk ongantíð samband við havnarliðið aftur, og settið endaði við einum klárum sigri til Fleyr upp á 25-14. Hini settini vóru javnari, men tað var tó alla tíðina Fleyr, sum var við yvirlutan.
Allir leiktu
2. og 3. settið endaður ávikavist 25-18 og 25-20 til Fleyr. Fleyr royndi seg í hesum settunum eisini við teimum ungu leikarunum, sum ikki hava leikt so nógv inni á vøllinum, og Andrass Hansen og Bergur Olsen komu væl frá dystinum, men teir vóru væl stuðlaðir av teimum meira royndu leikarunum hjá Fleyr.
Hevði Fleyr ein lættan dyst hetta vikuskiftið, so mugu teir komandi vikuskifti prógva, um tað eru teir ella Fram, sum eru tað besta liðið í Havnini, tí komandi leygardag møtat hesi liðið í grannauppgerð kl. 15,00 í Gundadalshøllini.