SÍ er í einum flokki fyri seg

SÍ hevur vunnið fimm av seks steypakappingum í dag

Í dag hava fimm steypafinalur hjá teimum yngru verið í høllini á Hálsi. Her er eitt yvirlit yvir vinnararnar í dag.

 

Gentur 14: SÍ vann á KÍF

Enn eitt steyp til Sørvágs. KÍF genturnar fylgdu væl við í fyrsta setti og løgdu seg á odda stóran part av settinum, men móti endanum á settinum gjørdist feilirnir ov nógvir, og KÍF tapti settið.Annað settið vann SÍ greitt 25-13.

 

Settúrslit: SÍ - KÍF, 2-0: 25-21 og  25-13.

 

Bestu spælarar:

KÍF: Milja Silvansdóttir.

SÍ: Sofía Weihe Simonsen.

 

Dreingir 15: Fleyr vann sítt fyrsta steyp

Tað gjørdist dreingir 15 hjá Fleyr, sum vóru teir fyrstu í ár, sum kláraðu at vinna eina steypafinalu, har SÍ var annar parturin. Fleyr kom best frá byrjan og vann fyrsta settið trygt 25-12. Men í øðrum setti legði SÍ hart út, og kom á odda 6-1, men havnadreingirnir fingu tamarhald á støðuni aftur, og vunnu settið 25-15 og harvið steypið.

 

Settúrslit SÍ - Fleyr, 0-2, 12-25 og 15-25

 

Gentur 16: SÍ vann á Fleyr

SÍ genturnar vunnu ein tryggan sigur á Fleyr gentur 16. SÍ var omaná allan dystin, og sigurin var ongantíð í vanda.

 

Settúrslit: SÍ-Fleyr, 2-0: 25-12 og  25-9.

 

Bestu spælarar:

Fleyr: Bjarta Jákupsdóttir

SÍ: Inga Helena Henriksen

 

Dreingir 17: SÍ vann trygt á Fleyr

Hjá dreingjum 17 var ongantíð ivi um, hvat var sterkara liðið. Fleiri leikarar hjá Fleyr vóru á námsferð, so Fleyr hevði trupult við at vinna seg inn í dystin, sum SÍ vann trygt 2-0.

 

Settúrslit SÍ-Fleyr, 2-0: 25-7 og 25-11.

 

Dreingir 19: SÍ vann á 2-0 Fleyr

Enn ein tryggur sigur til SÍ – hesuferð gekk tað út yvir D 19 hjá Fleyr. SÍ vann 2-0.

 

Settúrslit: SÍ-Fleyr, 2-0: 25-15 og  25-13.

 

Bestu spælarar:

SÍ: Julian Vest Niclasen

Fleyr: Eyðfinn Rajani Færø

Gentur 19: SÍ vann á KÍF

Enn eitt steypaheitið til Sørvágs. Hesuferð var tað G 19, sum vunnu ein tryggan sigur á KÍF upp á 2-0.

 

Settúrslit: SÍ-KÍF, 2-0: 25-16 og  25-9.

 

Bestu spælarar:

SÍ: Katla Henriksen

KÍF: Jakobina Joensen

 

Mynd: SÍ:

Aftast frá vinstru: Hallgerð Tonysdóttir Haraldsen, Inga Helena Henriksen, Katla Henriksen, Malan Maria í Haraldstovu Weihe.

Í miðjuni frá vinstru: Rajko Petrovic, venjari, Janna Falkvard, Rannvá Kambsgarð, Josefina Eliasdóttir, Turið Búadóttir, Bára Jansdóttir.

Fremst frá vinstru: Sólfríð Poulsen, Anja Sólja Niclasen, Sofía Weihe Simonsen, Tóta Búadóttir, Rannveir Rós Joensen.