Seinastu dagarnar hevur danski prædikumaðurin Hans Berntsen vitjað í Føroyum. Hann hevur ferðast runt oyggjarnar og havt møti við tí endamáli, at fólk kunnu koma til forbøn, og síðani verða grødd frá ymsikum sjúkum.
Ein av teimum, sum var til møti hjá Hans Berntsen, var tíðindamaðurin Snorri Brend, og hann skrivar á Facebook síðu síni, at hann til møti á Viðareiði sá annað bein sítt, sum hevur verið eini tríggjar til fýra sentimetrar styttri enn hitt, vaksa út aftur.
-Mær dámar væl at renna, men tað hevur obinbart havt sín prís: Eg havi í umleið eitt ár havt ilt í høgru mjødn hvørt einasta kvøld, tá eg fór til songar. Tá eg fór til Hans Berntsen vísti tað seg at annar fóturin var einar tríggjar til fýra sentimetrar styttri enn hin. Undir stuttu bønini sá eg sjálvur beinið vaksa út aftur til fulla longd, soleiðis at føturnar báðar eru javnar í dag, sigur Snorri Brend í dagføring síni.
-Týskvøldið var fyrstu ferð at eg kundi leggja meg at sova, uttan at hava pínu. Eitt undur var hent í mínum lívi, leggur hann afturat.