SÍb eru undirtippaðir men kunnu yvirraska

(Rás2) Hoyr steypafinaluupptaktsprát við Bjarna Larsen (ÍF) og Jørgen Niclasen (SÍ) sum var á Rás2 seinnapartin í dag

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr frá Rás2:

 

1) Hoyr steypafinaluupptaktsprátið Óli G. Samuelsen og Heri Simonsen gjørdu við Bjarna Larsen (ÍF) og Jørgen Niclasen (SÍ) í sendingini SportBoxin á Rás2 seinnapartin í dag.


2) Hoyr Peter Morell meta um steypafinaluna hjá monnum í flogbólti millum SÍb og ÍF.

 

Peter Morell hevur meistaradeildarliðið hjá ÍF sum favoritt at knógva SÍb, men hann staðfestir, at SÍb hevur nógvar royndar spælarar, sum kunnu arga ÍF í einari steypafinalu.

 

Jørgen Niclasen gevur ÍF favorittleiklutin, men hann heldur, at um SÍb fær sítt spæl at koyra, so er einki ógjørligt.

 

Bjarni Larsen heldur, at ÍF hevur dygdirnar sum skulu til fyri at vinna eina steypafinalu, men hann undirmetir ikki SÍ. Um ÍF vinnur 3-2 ella 3-0 spælir ongan leiklut í hansara verð bara steypasigurin verður vunnin heim til Fuglafjarðar.