Vøllurin í Klaksvík varð ruddaður seinnapartin í gjár. Klaksvíkingar vandu seinni á vøllinum, men tá var avgerð tikin um, at dysturin millum KÍ og TB varð fluttur suður til Trongisvágs. Orsøkin var, at hann segði frá meiri kava í nátt, og soleiðis vísti tað seg eisini at verða.
Eftir venjingina í gjárkvøldið fóru klaksvíkingar til Havnar og gistu umborð á Smyrli. Nú eru teir á Tvøroyri og fyrireika seg til avbjóðingina við Stórá seinnapartin. Líkindini at spæla fótbólt eru góð í Trongisvági, hóast tað er nakað kalt.
Hjá KÍ er Semir Hadzibulic ikki tøkur. Loyvini eru ikki fingin upp á pláss hjá honum. Loyvini hjá Mayowa Alli vórðu fingin upp á pláss ígjár.
Ísak Simonsen og Petur Andreasen eru skaddir, og Atli Danielsen er ivasamur. Hann er tó við í ferðalagnum í Suðuroy.
Hjá TB eru allir spælararnir tøkir. Í gjár vórðu loyvini hjá Absalons Eliasen og Hervé Din Din fingin í rættla.
Á odda fyri TB stendur nýggjur venjari, hollendingurin Robert F. Roelofsen, sum ætlar at vinna fyrstu atgongumerkini til altjóða fótbólt til TB:
-Málið hjá okkum er at røkka fjórða plássið og harvið rættin at spæla í europeisku kappingini næsta summar, sigur TB venjarin.
Millum spildurnýggju spælararnar á TB liðnum eru Absalon Eliasen, sum er komin úr Danmark, Árni Rúnar Ørvarson úr Íslandi, og Salmundur Bech, sum er fluttur úr Vági.
Í Klaksvík er Kristian Joensen nýggjur málverji og Súni Olsen er nýggjur á framrættaðum miðvallarplássi.
Í fjør var Heðin Klakstein ein tann eyðsýndasti av øllum á KÍ liðnum, har hann var toppskjútti:
-Okkara áskoðarar eru altíð spentir, og teir rokna nógv við okkum. Tí hevur tað so stóran týdning, at vit byrja væl. Í fjør gjørdu vit tvær ferðir sjálvmál ímóti TB, og tað bar tveir javnleikir í staðin fyri tveir sigrar við sær. Nú eru vit sera uppsettir uppá, at tað skal eydnast, men tað krevur hart arbeiði.









