Ryder ikki í fongsul

Kenda amerikanska filmsleikkvinnan Winona Ryder varð mikudagin dømd sek í at hava stolið klæðir fyri 44.000 krónur í einum handli í Beverly Hills.

Kenda amerikanska filmsleikkvinnan Winona Ryder varð mikudagin dømd sek í at hava stolið klæðir fyri 44.000 krónur í einum handli í Beverly Hills.
Dómarin staðfesti, at upptøkutólini í handl-inum vístu týðiliga, hvør tjóvurin var, og hann gav ákæruvaldinum viðhald í, at Wynona Ryder hevði stolið klæðini. Ákæruvaldið hevði kravt, at filmsleikkvinnan skuldi í fongsul, men hesum tók dómarin ikki undir við.
Sjálv hevur Wynona Ryder greitt frá, at stuldurin var liður í venjingini til ein film, sum hon var biðin at spæla, og at tað var leikstjórin, sum hevði mælt henni til at gera eina roynd í einum handli í Beverly Hills.