Ryan Giggs: Sama søga eftir 900 dystir

Í sínum dysti nummar 900 fyri Manchester United rann 38-ára gamli Ryan Giggs runt sum ein unglingi og avgjørdi dystin í evstu løtu. Arsenal og Arsene Wenger fóru úr kolkjallaranum og upp í sjeynda himmal upp á ein tíma í grannauppgerðini móti Tottenham

Tað eru 7667 dagar síðani at ein ungur Ryan Giggs koma á vøllin fyri fyrstu ferð í eini Manchester United troyggju. Hárið er í dag grátt í støðum og nakað styttri, men annars ber ill til at síggja munin á Ryan Giggs, sum spældi sín fyrsta dyst fyri felagið og Ryan Giggs, sum spældi sín dyst nummar 900 fyri felagið í gjár.
Dysturin millum Norwich og Manchester United stóð á jøvnum tá vanliga leiktíðin varð farin, men aftaná 22 ár í Manchester United, so veit Ryan Giggs betri enn at geva upp og sláa seg til tols við einum javnleiki.
Vanliga leiktíðin er farin, tá walisin snýkjur seg inn í brotsteigin. Meðan flestu eyguni eru rundanum fremri stong, so hevur Ryan Giggs leitað sær við aftari stong. Og rætt hevði Ryan Giggs, tí innleggið kom allanvegin til aftari stong har Ryan Giggs við sínum kæra vinstra fóti førkar bóltin tað seinasta, men avgerandi pettið inn um málstrikuna til enn ein Manchester United sigur.
Hendan greinin kundi eins væl verið ein heiðursgreið til Ryan Giggs, men sum hann spælir og hugnar sær á vøllinum í løtuni, so kann tann greini eins væl bíða til hann spælir sín dyst nummar 1.000 fyri felagið.

Arsenal eru við aftur

Stóri dysturin hetta vikuskiftið var á Emirates leikvøllinum har Arsenal tók ímóti Tottenham. Arsenal og Arsene Wenger hava verið fyri nógvum ákoyringum seinastu tíðina. Tapini móti AC Milan og Sunderland í ávíkavist Champions League og FA Cup hava fingið Arsenal viðhaldsfólk at seta spurnartekin við Arsene Wenger.
«Lít á meg, segði fraklendingurin á Aðalfundinum hjá Arsenal fyrr í hesum kappingarárinum. Gongdin broyttist nakað, men tá tíggju minuttir restaðu av fyrra hálvleiki í gjár mundu tey flestu hava mist álitið á Arsene Wenger.
Triðja tapið upp í slag var nær og so var tað móti grannunum og arvafíggindanum Tottenham. 2-0 stóð á talvuni eftir at Louis Saha og Emmanuel Adebayor høvdu skorað hvør sítt mál.
Síðani hendi eitt ella annað, sum Arsenal viðhaldsfólk helst høvdu kunna hugsa sær hendi oftari. Arsenal fór at trúgva upp á tingini. Upp á fáar minuttir høvdu Bakary Sagna og Robin Van Persie javnað. Í seinna hálvleiki vend alt á høvdið og Arsenal endaði við at vinna heili 5-2 við einum máli frá Tomas Rosicky og tveimum frá Theo Walcott.
Arsenal prógvaði við sigrinum, at tað eru eginleikar á liðnum til at vinna móti teimum bestu. Teir skoraðu millum annað eisini fimm móti Chelsea á Stamford Bridge. Nú er spurningurin um Arsenal kann skjóta fimm mál móti AC Milan í seinnu 1/8 finlauni í Champions League og koma víðari eftir at hava tapt fyrra dystin 4-0.

Harry til landsliðsvenjara

Tottenham venjarin, Harry Redknapp, hevur leingið verið settur í samband við starvið sum enskur landsliðsvenjari. Aftaná ein hálvan tíma av grannauppgerðini tóktist hetta helst um eitt gott hugskot. Ein tíma seinni sungu Arsenal viðhaldsfólkini tó í spølni: “Harry Redknapp til landsliðsvenjara”. Upp á ein tíma hevði Arsenal trumlað Tottenham niður og skorað ikki færri enn fimm mál.
Enska fótbóltssambandið, sum ikki eingur nógvar góðar vinir í fótbóltsheiminum, hevur framvegis ikki tikið eina avgerð um hvør skal venja landsliðið, hóast næstan alt peikar á, at tað verður Harry Redknapp.
Á hvørjum einasta tíðindafundið verður Harry Redknapp spurdur um enka fótbóltssambandið sett seg í samband við hann. Í hinum endanum stríðist Tottenham leiðslan fyri at halda fast í 65-ára gamla onglendinginum, sum hevur staðið á odda fyri felagnum síðani 2008.
Øll hendan óvissan kann ikki verða til fyrimuns fyri Harry Redknapp og Tottenham í løtuni. Tað var ikki høvðusorsøkin til tapið í gjár, men tað ikki verið ein hjálp.

Walcott út

Ein av leikarunum hjá Arsenal, ið hevur verið fyri flestum ákoyringum er Theo Walcott. Skjóti høgri vongurin kom ikki væl frá fyrra hálvleiki og fleiri Arsenal viðhaldsfólk gjrødu vart við sína ónøgt. So nógv, at Arsene Wenger umhugsaði at skifta hann út.
«Viðhaldsfólkini vóru eftir honum og eg hugsaði at tað kanska var betri fyri hann at eg bara skifti hann út, segði Arsene Wenger.
Arsene Wenger valdi tó at lata enska landsliðsleikaran verða verandi á vøllinum. Theo Walcott takkaði fyri álitið og skoraði mál nummar fýra og fimm.
Theo Walcott viðgekk sjálvur, at hann spældi ein vánaligan fyrra hálvleik, men at tað einki annað er at gera enn at kempa víðari.

City framvegis fremst

Manchester City er framvegis fremst í Premier League. Teir vunnu ein lættan 3-0 sigur á heimavølli móti Blackburn. Manchester City kom á odda um miðjan fyrr hálvleik, tá Mario Balotelli varð fyrstur á eitt flatt innlegg úr vinstru frá serbanum, Alexandar Kolarov. Tíðliga í seinna hálvleiki økti Sergio Aguero, tá Paul Robinson í Blackburn málinum eftir horna sló bóltin fyri føturnar á svigarsoninum hjá Diego Maradona, sum gjørdi skjótt av og sparkaði bóltin í mál.

Stutt fyri tíð staðfesti Edin Dzeko sigurin og oddasessin hjá Manchester City við máli til 3-0. Aftur var tað eftir upplegg frá serbiska vinstra bakkinum, Alexandar Kolarov, sum sendi bóltin í høvdið á innskifta Edin Dzeko.

Chelsea, sum hevði Frank Lampard á liðnum aftur, vann 3-0 á Bolton. David Luiz, Didier Drogba og Frank Lampard skorðu málini. Newcastle var á odda 2-0 móti Wolverhampton á heimavølli, men gestirnir kempaðu seg aftur í aftur og endaðu við at vinna sær annað stigið.

West Bromwich Albion, sum seinast vann 5-1 á Wolverhampton, vann heili 4-0 á Sunderland. Queens Park Rangers fekk fyri fimtu ferð í hesum kappingarárinum ein mann útvístan í dystinum móti Fulham. Banamenninir hjá NSÍ í Europa League útnyttaðu møguleikan og vunnu 1-0. Wigan og Aston Villa spældu málleysan javnleik, meðan Stoke vann 2-0 á Swansea.