Ryan Giggs rundar 100 dystir

34 ára gamli walisarin Ryan Giggs er ein leikandi legenda. Í kvøld leika hann og liðfelagarnir 1/8 finalu ímóti Lyon á útivølli. Dysturin verður dystur nr. 100 hjá Ryan Giggs í Champions League. Giggs hevur higartil leikt 745 almennar dystir fyri Manchester United í heimligum og evropeiskum dystum. Ryan Giggs hevur skorað 143 mál fyri Manchester United. Haraftrat koma 64 landsdystir, og 13 skotin mál fyri Wales. Ímillum teir 64 landsdystirnar var ein á Svangaskarði. Í 1993 leikti ein 19 ára gamal Giggs við waliska landsliðnum, sum vann 3-0 á Toftum. Bobby Charlton leikti 759 dystir fyri Manchester United, og skal vita illa til, um Giggs ikki tekur metið frá Sir Bob. Tó verður væl verri hjá Giggs at taka málini hjá Bobby Charlton, tí Sir Bob skeyt 249 mál, sum United-leikari. Venjarin Alex Ferguson gjørdi nógv við at verja Giggs tá hann var ungur, tí sporini hjá George Best vóru ræðandi. Í dag heiðrar Ferguson Ryan Giggs fyri síni evnir, seriøsitet, og fyri sín góða lívsstíl. Giggs er giftur við Stacey Cooke, og eiga tey børnini Liberty og Zach.

Giggs er heiðraður av ensku drotningini fyri síni ítróttarbrøgd, og hevur fingið ?Order of the British Empire?. Giggs er einasti leikari, sum hevur vunnið enska meistarheitið 9 ferðir.