Ryan Babel skrivar fótbóltssøgu

Mánadagin gjørdist Liverpool leikarin, Ryan Babel, tann fyrsti fótbóltsspælarin í ensku fótbóltssøguni, sum hevur fingið dóm fyri sín atburð á Twitter. Eftir FA Cup dystin tann 9. januar millum Manchester United og Liverpool legði 24-ára gamli Ryan Babel eina viðgjørda mynd av dómarinum, Howard Webb, í eini Manchester United troyggju út á sína Twitter síðu. Síðani skrivaði hann nøkur minni pent orð um Howard Webb og dømingina hjá honum. Enska fótbóltssambandið hevur nú givið Ryan Babel eina bót upp á góðar 90.000 krónur og eina ávaring um at skikka sær pent framyvir.

 

Liverpool tapti dystin móti Manchester United og Ryan Babel var skjótur at orsaka viðmerkingina og myndina. Hann segði at hann bara var vónbrotin av tapinum og kenslurnar tóku ræðið á honum.