Ørvur hevur 30 ár á baki

Ørvur hevur staðið seg sera væl hesi árini, bæði í kappingum í Føroyum og í altjóða høpi uttanlands.

 

Leygardagin varð hátíðarhildið, at bogaskjótifelagið Ørvur í hesum døgum fer um tey 30 árini.  Kapping var í Løkshøll henda dagin, og í matstovu skúlans var haldið hildið nakað eftir døgverða, og her vóru kaffi, køkur og røður.

- Bogaskjóting í nýggjari tíð í Føroyum tók aftur dik á seg, tá vit vórðu vald at skipa fyri Oyggjaleikunum í 1989. Bogaskjóting var sett á skrá fyri leikirnar, og fólk í Tórshavn savnaðust av somu orsøk at skipa felag, sum skuldi leggja til rættis kappingarnar, tá leikirnir vórðu hildnir.

Soleiðis verður skrivað á heimasíðuni hjá Runavíkar kommunu í dag.

- Væl vignaðist ítróttini, og longu hin 3. mars í 1991 varð Bogaskjótifelagið Ørvur stovnað í Runavík. Stigtakarar vóru Schandorff Vang, Petur Olivar í Hoyvík og Leivur Poulsen. Hesir mannaðu eisini fyrstu nevnd felagsins. Bogaskjótingin fekk alt fyri eitt vind í seglini, og longu í 1997 fingu Føroyar limaskap í altjóða sersambandinum fyri bogaskjóting, sum tá varð rópt FITA.

Lagt verður aftrat, at Ørvur hevur staðið seg sera væl hesi árini - bæði í kappingum í Føroyum og í altjóða høpi uttanlands. Nógv heiðursmerkir eru vunnin á Oyggjaleikum hesi árini, og felagið hevur eisini verið umboðað til HM-kappingar í bogaskjóting. Ein av stigtakarum felagsins, Schandorff Vang, hevur í mong ár umboðað Føroyar sum altjóða dómari í bogaskjóting.

- Vanliga er aktivi limaskarin millum 25-30 fólk í ymiskum aldri. Vetrarhálvuna heldur felagið fyri tað mesta til í kjallaranum undir gomlu ítróttarhøllini í Runavík, og her skjóta tey vaksnu í 18 metra fjarstøðu. Summarhálvuna verður kappast úti, hesi seinru árini á Lambareiði, og tá verður skotið úr 70 metra fjarstøðu í mun til teir vanligu 90 metrarnar á oyggjaleikunum.

Í Runavíkar kommunu vita tey at siga, at undir hátíðarhaldinum leygardagin heilsaði borgarstjórin í Runavíkar kommunu, Tórbjørn Jacobsen, felagnum, og við høvið fluttu eisini Schandorff Vang, Petur Olivar í Hoyvík og Sigga Skoradal fram røður.

##med2##