Øðrvísi skúlavika í Nólsoy

Skúlavikan nummar 13 í Nólsoy var eitt sindur øðrvísi enn vanligt.

Í farnu viku høvdu næmingarnir í Nólsoyar skúla gjørt mangt ymiskt. Seinnapartin týsdagin sungu tey í Tilhaldinum í Nólsoy og áhoyrarunum dámdu væl. Mikudagin fóru allir næmingarnir til sjónleikin "Svíkjarin" og afturat møguleikanum at síggja størru næmingarnar norðanfyri syngja, dansa og spæla, varð sjálvsagt gingið niðan í Norðurlandahúsið og oman aftur á Bursatanga.

Tann eina morgunin morgun sluppu næmingarnir á fjall og komin aftur á skúlan fóru nakrir næmingar í holt við at gera døgurða, soleiðis at øll kundu eta saman í matarhølinum, áðrenn farið var í vikuskiftisfrí, upplýsir Jákup av Skarði, fyrstilærari í Nólsoyar skúla, sambært heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu.