Klaksvík:
Smálombini fjølgast, og tað er tekin um, at tað ber móti sumrinum. Eitt annað tekin um, at nú er summarið ikki so langt burtur, er skúlaárið. Fríggjadagin var seinasti skúladagur hjá HF næmingunum. Næmingarnir plaga at vera í skúlanum náttina undan seinasta skúladegi. Okkurt øðrvísis plagar at vera á skránni.
Tað ræður um at nýta hugflogið. Viðhvørt hevur tað, sum er komið burturúr, ikki verið so heppið, men í øðrum førum verður seymurin raktur á høvdið.
Tá í klaksvíkingar fóru eftir Klaksvíksvegnum í góðveðrinum fríggjamorgunin sóu tey, at bygningurin, har HF skeiðið heldur til, var prýddur við ballónum, skeltum og bannarum. Soleiðis plagar tað at vera seinasta skúladagin. Tað, sum var øðrvísi, var hinumegin vegin. Í góðveðrinum fríggjanáttina høvdu næmingarnir mála fasaduna á bygninginum, sum er við síðuna av Roykstovuni. Har hevur longi verið tørvur á máling, og nú syrgdu HF næmingarnir fyri, at næmingarnir, sum koma aftaná, fara at síggja eina vakrari sjón, enn hesir næmingarnir hava sæð.
Fasadan er málað blá og heilt ljóst gul. Íblásturin til litsamansetingina siga næmingarnir seg hava fingið úr Tunis, har teir vitjaðu seinasta heyst.
Tá vit komu framvið, løgdu næmingarnir seinastu hondina á verkið. So bjóðaði fyrsti HF flokkur kaffi og morgunbreyð.
Næstu tveir mánaðirnar verður lítið annað enn skúli, próvtøkulesnaður og próvtøkur á skránni hjá HF næmingum kring landið. Tey skulu longu í komandi viku til fyrstu skrivligu próvtøkurnar, og seinni skulu tey til munnliga próvtøku í øllum lærugreinunum, tey hava havt í ár.