Í komandi viku verður árliga møtirøðin hildin í Meinigheitshúsinum í Havn. Undanfarin ár hevur henda serstaka vikan havt møtir hvørt kvøld í viku, men í ár verður øðrvísi. Nú verða bæði hildin møtir í Meinigheitshúsinum, Vesturkirkjuni, KFUK og í sambýlum í býnum.
Møtivikan byrjar sunnukvøldið við einum vanligum møti, men longu mánadagin er broyting í. Tá verður fyrst ein eldrasamkoma í KFUK, og seinni um kvøldið er sangkvøld í Blákrossstovuni og møti við juniorum í Meinigheitshúsinum.
Týskvøldið verður vitjað á stovnum og sambýlum í býnum, og mikukvøldið verður serstakt kvøld fyri hjún. Hóskvøldið er ungdómsmøti og fríggjakvøldið er sangkvøld í Vesturkirkjuni.
Missiónsvikan endar leygardagin og sunnudagin aftur í Meinigheitshúsinum við bíbliutíma, sunnudagsskúla og møtum við sangi og vitnisburði.